- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sea Shepherd ágangur lønar Týr meira, enn tað ger skaða
Heri Joensen, forsangari í tónleikabólkinum Týr, legði fyri nøkrum mánaðum síðan eina mynd út á Facebook vanga sín. Myndin var av Hera, sum beint eftir eitt grindadráp hjálpti til at skera upp. Hetta skapti nógv uppmerksemi frá Sea Shepherd, sum síðan tá hava roynt at boykottað konsertir hjá Týr.
Myndin, sum Heri legði út tann 27. juli.
“Heri the whale killer”
Paul Watson hevur í langa tíð roynt at sannføra fólk á sínum Facebook vanga við myndum og ósonnum upplýsingum, sum eftir øllum at døma raka summar av hansara tilhangarum beint í hjartað.
Paul Watson legði 1. desember myndina omanfyri út á sín Facebook vanga. Har skrivaði hann m.a.: “Tá ið Heri og hansara dreingir ikki drepa hval ella larma á pallinum, dáma teimum at pynta seg.”
Harafturat skrivaði hann, at í Føroyum verður Heri helst sæddur sum ein hetja, men uttan fyri Føroyar er hann bara ein blóðtystur harðskapsmaður.
Hóast Paul Watson umtalar Hera sum “Heri the whale killer”, so hevur Heri ironiskt nokk ongantíð dripið ein hval; tað krevur nevniliga serligt loyvi at drepa grind.
- Tað, sum hann sigur, er so býtt, at tað er øgiliga ringt at taka fyri fult. Men man veit sjálvandi, at tað eru nøkur fólk, sum hoppa uppá tað, og tað er keðiligt, sigur Heri.
Sí uppslagið hjá Paul Watson her.
Heri gevur mótspæl
Heri finnur seg sjálvsagt ikki í hesum og ger tí sítt til at steðga tí hatrinum, sum Paul Watson og onnur hava skapt. Fyri at svara øllum kritikkinum, sum uppstóð eftir at Heri legði myndina av sær sjálvum út, har hann skar upp, valdi hann at taka upp eitt video, har hann greiðir frá um seg sjálvan og um grindadrápið í Føroyum. Á tann hátt fekk hann upplýst fólki, sum møguliga hava fingið eina skeiva fatan av honum og grindadrápi.
- Móttøkan av videonum var heilt ótrúlig. Áðrenn vit gjørdu tað, vóru allar konsertirnar avlýstar. Vit sluppu ongastaðni at spæla, men so komu tær afturíaftur, ein eftir ein aftan á videoið, so tað má man siga riggaði eftir ætlan.
Nógv fólk, sum fyrr bara trúðu tí, sum Sea Shepherd og onnur komu fram við, hava skrivað til Hera, at tey nú eru betur upplýst. Tað sæst enntá eisini á viðmerkingunum til uppslagið hjá Paul Watson, at fólk tykjast vera meira kritisk mótvegis Paul Watson og hansara ógrundaðu pástandum.
Til ber at síggja videoið her.
Mótstøðan er óærlig
Heri fer at gera enn eitt video, sum verður tað triðja í røðini, har hann serliga greiðir frá mótstøðuni móti grindadrápi. Hann vísir á, at tann mótstøðan, sum teir uppliva í løtuni, er rættiliga óærlig, og at hon lítið og onki hevur við grind at gera.
Harafturat leggur Heri dent á, at alt konseptið hjá Sea Shepherd er at taka myndir av fólki ílatin Sea Shepherd klæðir, standandi millum náttúruna og onkran, sum eitt nú drepur ein hval. Myndin verður síðani brúkt til at fáa fleiri pengar frá almenninginum.
- Grundleggjandi endamálið hjá Paul Watson er pengar. Hann leggur onki í hvørki hval ella sannleikan, tað haldi eg allir føroyingar vita.
- Vit skulu ikki krógva nakað í Føroyum
Eins og nógv onnur deilir Heri av og á myndir av mati, og tá grind er á borðinum, er tað einki undantak, hóast hann er tilvitaður um, at summum ikki dáma at síggja myndir av tvøsti.
- Um onkur fær ilt í reyvina av tí, mugu tey sjálvi um tað. Vit skulu ikki krógva nakað í Føroyum. Vit eta grind, vit drepa grind, tað er eitt uttandura sláturhús, líka sum øll onnur innandura sláturhús runt um í verðini.
- Um man ikki heldur, at man ger nakað galið, so hevur man heldur onki at prógva. Fólk mugu bara venja seg við tað, og um tey ikki tola at síggja hatta, so mugu tey bara hyggja vekk. Tað kann ikki blíva kroyst upp í høvdið á okkum føroyingum, at vit mugu krógva tað, sum vit gera.
Keðilig umtala er eisini umtala
Tað er sjálvsagt keðiligt og óheppið, at konsertir verða avlýstar orsakað av propaganda, men Heri Joensen og Týr hava tó fingið sera nógva umtalu av øllum hesum hurlivasanum.
- Vit hava fingið ræðuliga nógva umtalu, altso nógv, nógv meir enn vanligt, so eg upplivi, at tað lønar okkum meir, enn tað ger skaða, sigur Heri.
Týr eru í løtuni í ferð við at gera eina nýggja fløgu, sum teir hava arbeitt við í langa tíð. Nú vilja teir hava hana lidna, og tí verður hon høgt raðfest.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |