Sea Shepherd-kvinna avhoyrd í rættinum

Sea Shepherd-kvinna avhoyrd í rættinum
Kvinnan segði, at hon er í Føroyum sum ferðafólk. Men ákærin vísti henni manningarlistan hjá Sam Simon, har sum navn hennara stendur
 
23.07.2015 - 17:52

40 ára gamla amerikanska kvinnan, sum politiið tók mánamorgunin í Kalsoyarfirði, noktaði seg seka, tá hon varð avhoyrd í Føroya rætti í dag.

Hon varð sjálv onnur tikin í RIB-bátinum Farley hjá Sea Shepherd í Kalsoyarfirði mánamorgunin. Hon varð avhoyrd í dag, tí hon skal av landinum fyrsta dagin. 

Sambært ákæruvaldinum hevur kvinnan brotið grindlógina, tí tey vóru nærri grindarakstri enn ein fjórðing, og tí tey ikki gjørdu eftir boðunum frá sýslumanninum.

Løgreglan hevur bátin

Føroya rættur avgjørdi, at politiið kann hava bátin og tað, sum var í honum, tá hann varð tikin, tí málið móti teimum báðum Sea Shepherd fólkunum verður dómsviðgjørt. Ikki er greitt enn, nær tað verður.

Kvinnan segði, at hon er í Føroyum sum ferðafólk. Men ákærin vísti henni manningarlistan hjá Sam Simon, har sum navn hennara stendur. 

Hon segði annars, at hon virkar sum sjálvboðin fyri Sea Shepherd. Endamálið er at skjalprógva grindadráp.

Mintist einki

Hon segði seg annars ikki minnast nógv av tí, sum hendi í Kalsoyarfirði fyri fýra døgum síðani. Summum spurningum vildi hon ikki svara og í onkrum førum segði hon seg ikki vita.     

Upplýst var í rættinum í dag, at politiið ætlaði at avhoyra skiparan á Sam Simon í morgin, tí hann er undir illgruna fyri at hava brotið grindalógina. Men Sam Simon er farin til Hetlands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809