Føroya Rættur: KvF skal útflýggja myndir

Føroya Rættur: KvF skal útflýggja myndir
Úrskurðurin í Føroya rætti er kærdur til landsrættin
03.08.2015 - 20:27

Kringvarpið skal útflýggja politinum upptøkur, sum ikki eru vístar, av grindadrápinum í Sandagerði fyri ólavsøku.

Tað sigur Føroya rættur í einum úrskurði.

Ákæruvaldið bað rættin gera úrskurðin, tí ákæruvaldið skal nýta myndirnar í einum rættarmáli móti einum persóni hjá Sea Shepherd.

Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, sigur, at tað er eitt prinsipp, at Kringvarpið ikki útflýggjar tilfar hjá journalistum og fotografum, sum ikki hevur verið alment, og tí hevur Kringvarpið sýtt politinum at fáa myndirnar.

Kringvarpið hevur kært úrskurðin hjá Føroya rætti til Landsrættin.

 

Mynd: Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040