Bóðu um sleip tann seinasta teinin

Bóðu um sleip tann seinasta teinin
Avalon er komin aftur til Føroya, og liggur nú Gomlurætt
03.08.2015 - 21:02

Báturin Avalon og manningin, sum hevur róð úr Orknoyggjum seinastu dagarnar, kom tíðliga í kvøld á Gomlurætt.

Livar Nysted, sum var ein av manningini, sigur, at tað bleiv meiri vindur, enn veðurmenninir høvdu spátt, og tí slapst ikki inn í Nólsoyarfjørð. Ætlanin var upprunaliga at koma á Havnina.

Biðið varð tí um sleip tann seinasta teinin, og Avalon varð togaður á Gomlurætt.

Livar Nysted letur væl at manningini, sum hann sigur hevur róð sera væl.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV