Hjálpti at savna inn undirskriftir

Hjálpti at savna inn undirskriftir
Býarbussarnir í Tórshavnar kommunu koyra nú eisini til Boðanesheimið. Í juni mótmæltu búfólkini, at bussambandið til heimið ikki var nøktandi
Býarbussarnir í Tórshavnar kommunu koyra frá mánadegnum eisini til Boðanesheimið Yviri við Strond í Havn, boðar kommunan frá
 
13.08.2015 - 11:12

Búfólkini á Boðanesheiminum savnaðu í juni mánað inn undirskriftir, har tey kravdu betri bussamband. Líkt er til, at tað hjálpti at savna inn undirskriftir.

SÍ EISINI Vilja hava buss og góðar hurðar

Býarbussarnir í Tórshavnar kommunu koyra frá mánadegnum eisini til Boðanesheimið, sum búfólkini settu fram ynski um, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Avrátt er at byrja nýggju rutuna eftir samráðingar millum Heðin Mortensen, borgarstjóra, Elina Lindenskov, forkvinnu í teknisku nevnd, og Gundurs Bussar, boðar kommunan frá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV