Brimverjan í Skopun má bíða

Brimverjan í Skopun má bíða
Kanningar skulu fyrst gerast, áðrenn pengar verða játtaðir, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum
 
15.08.2015 - 08:01

Hilmar Eliasen, stjórin á Strandfaraskipum Landsins, segði við útvarpið hósdagin, at uppruddingin av grótinum í Skopunar Havn fer ikki at forða fyri møguligum avlýsingum hjá Teistanum í heyst og í vetur. 

Siglandi verður ikki í ringum veðri, fyrr enn brimverjan eisini er gjørd, og tí slepst ikki undan avlýsingum, sigur Hilmar Eliasen.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, væntar, at regulariteturin verður betri, nú grótið verður ruddað burtur. Men hann ásannar, at brimverjan er ein trupulleiki, sum má loysast. Men fyrst skulu kanningar gerast, áðrenn peningur verður játtaður, sigur hann, 

Tað er Landsverk, sum stendur fyri arbeiðnum at gera kanningar av brimverjuni í Skopun. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107