Fiskivinnuting í Klaksvík í kvøld

Fiskivinnuting í Klaksvík í kvøld
Umframt framløgur verður pallborðsfundur og orðaskifti um týðandi tættir í fiskivinnupolitikkinum, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi
 
19.08.2015 - 08:38

Í kvøld kl. 19 verður fiskivinnuting á Skúlatrøð í Klaksvík.

Fiskivinnutingið er partur av Sjómannadøgum, sum hesa vikuna eru í Klaksvík.

Umframt framløgur verður pallborðsfundur og orðaskifti um týðandi tættir í fiskivinnupolitikkinum, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi. 

Framløgur og orðaskifti

Magni Laksafoss,búskaparfrøðingur og valevni fyri Sambandsflokkin, fer at hava framløgu, har hann m.a. vísur á, at av teimum fýra-fimm týdningarmestu veitarunum til føroyska búskapin, stendur feskfiskaveiðan undir fiskidagaskipanini sum veikasti parturin. Neyðugt er tí við nýhugsan og nýskipan í feskfiskaveiðuni, heldur hann, og tann táttin verður lagt út við í orðaskiftinum. 

Føst lega í tilfeingisrentuni og útlendskur kapitalur í fiskivinnuni eru evni, sum eisini verða viðgjørd á fiskivinnutinginum.

Við pallborðið sita Poul Michelsen, Høgni Hoydal, Jógvan Skorheim, Jørgen Niclasen, Kaj Leo Holm Jóhannesen, Aksel V. Jóhannesen og Karsten Hansen.

Skráin fyri fiskivinnutingið, sum verður í kvøld, byrjar tó longu kl 17, tá Havstovan leggur fram um støðuna hjá toska- og hýsustovunum og umhvørvið á Landsgrunninum seinastu árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485