Krevur at grindalógin verður sett úr gildi

Krevur at grindalógin verður sett úr gildi
Fiskimálaráðið skal viðurkenna, at grindalógin er ógildig, krevur Henrik Weihe Joensen, ráðgevi, ið hevur stevnt Fiskimálaráðnum
Henrik Weihe Joensen, ráðgevi í trygdar- og verju og tilbúgvingarmálum, hevur stevnt Fiskimálaráðnum. Hann krevur, at ráðið skal viðurkenna, at grindalógin er ógildug
 
20.08.2015 - 12:50

Fiskimálaráðið skal viðurkenna, at grindalógin er ógildug, krevur Henrik Weihe Joensen, ráðgevi í trygdar- og verju og tilbúgvingarmálum, ið hevur stevnt Fiskimálaráðnum.

Løgtingið hevur ikki lóggávuvald at seta í gildi nýggjar reglur í løgtingslóg um virksemi hjá politinum, sum snúgva seg um inntriv mótvegis persónum og lutum, skrivar hann í tíðindaskrivi til miðlarnar í dag.

Løgtingið hevur sambært heimastýrislógini lóggávuvaldið í yvirtiknum málum. Politiið er felagsmál og tí er tað Fólkatingið, sum hevur lóggávuvaldið viðvíkjandi politinum.

Brot á yvirskipaðar lógir

Uppáhaldið um, at grindalógin er ógildug kemst av, at grein 10 og 11 í grindalógini eru tiknar beinleiðis úr donsku politilógini, sum ikki er galdandi í Føroyum.

Hetta er brot á yvirskipaðu lógirnar, sum Løgtingið byggir lóggávuvaldið á sigur Henrik Weihe Joensen.

Hann metir hetta at vera prinsipielt mál, sum snýr seg um grundleggjandi viðurskifti, sum hava við fólkaræði og rættartrygdina hjá borgarum í Føroyum at gera.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870