- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klumman: “Vit vita ikki, hvussu gott vit hava tað í Føroyum” 1/2
Í seinastuni hava tíðindi og meiningar um flóttafólk tapetserað millum annað veggir á sosialu miðlunum. Fólk rúka saman í glóðheitt kjak um, hvør skal taka flóttar, hvussu nógv, og hvussu tað skal skipast.
Ein av teimum, sum hevur blandað seg upp í kjakið, er svenski professarin Hans Rosling. Rosling tosar um sokallaðu flóttafólkakreppuna í Evropa, sum hann als ikki heldur vera nakra kreppu. Við súreplum sum ímynd vísir hann á, at talið av flóttafólki, ið koma til Evropa, er lutfalsliga lágt. Hann peikar eisini á, hvussu miðlarnir skeikla okkara heimsfatan við bert at leggja dent á negativ tíðindi um neyð og elendigheit, meðan eisini nógv positiv menning fer fram úti í heimi.
Bert ‘vit’, sum hava tað gott?
Rosling setir orð á nakrar tankar, sum leingi hava ligið í mínum bakhøvdi, men sum eg ikki havi dugað at sett orð á sjálv. Tá eg um summurini komi heim úr Kina, spyrja fólk altíð, hvussu viðurskiftini eru í Kina. Áðrenn eg havi tosað meg lidna um, at tað als ikki er synd í kinesarum, tí tey eru so fátøk – ja, at allar flestu teirra als ikki eru fátøk – so hevur onkur kvett meg av og sagt, meðan tey anda inn, “jæh jæh, vit vita ikki, hvussu gott vit hava tað í Føroyum.”
Eg haldi, at vit vita kanska alt ov væl, hvussu gott vit hava tað í Føroyum, meðan vit als ikki vita, at hungur ikki er gerandisdagur hjá øllum børnunum í Afrika. Vit vita heldur ikki, at mong fátøk lond eisini hava skúlaverk og heilsuverk, sum eisini fungera fínasta slag, hóast tey eru øðrvísi enn okkara skipanir á hesum økjum. Tað, sum vit yvirhøvur og aldeilis als ikki vita, er, at onnur uttan fyri vesturheimin eisini hava tað gott. Miðlarnir siga okkum hvønn dag, hvussu ringt fólk hava tað í øðrum londum – misskil meg nú ikki, tí eg sigi ikki, at tað, sum miðlarnir siga, er lygn; tað eru avgjørt eisini fólk í heiminum, sum liva í neyð og elendigheit – men tað er ikki allur sannleikin.
Kunnu afrikanarar hava útbúgving?
Eg minnist, at eg veturin eftir at hava tikið studentsprógv við bæði samfelagsfrøði og søgu á hástigi og við toppkarakterum í báðum keypti bókina Deyðans stuðul eftir Dambisu Moyo. Eg helt tað vera ógvuliga áhugavert at lesa um, hvussu menningarhjálp dumpar og ofta bítur seg sjálva í halan. Moyo vísir á, at menningarhjálp heldur stuðlar korruptum stjórnum og øðrum fananskapi enn veruliga at menna tilafturskomin samfeløg.
Men tað, sum fangaði meg mest, var, at rithøvundurin var ein afrikonsk kvinna, ið kundi prýða CV'ið við universitetsnøvnum sum Oxford og Harvard. Eg hugsaði, at hon avgjørt mátti vera eindømi og dóttir onkran ríkan diktator, tí afrikanarar kunnu ikki hava yvirskot til at taka universitetsútbúgvingar. Eftir mínari heimsfatan skuldu tey jú pilka í moldini og leita eftir onkrum maðki at eta, tí eingin ordiligur matur var í Afrika.
At Dambisa Moyo byrjaði sína yrkisleið á einum afrikonskum universiteti undraði meg upp aftur meira, tí universitet kundu altso ikki vera í Afrika – har vóru bara onkrir smáir smáttuskúlar, sum Red Barnet ella Reyði Krossur høvdu bygt, tí tey eru so hjartagóð.
Les restina av greinini her.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |