Klumman: “Vit vita ikki, hvussu gott vit hava tað í Føroyum” 2/2

Klumman: “Vit vita ikki, hvussu gott vit hava tað í Føroyum” 2/2
Men vita vit veruliga, hvussu fólk hava tað aðrastaðni? Eru summi fólk í Afrika mett, og lesur onkur teirra á universiteti? Eru tað bert vit, sum hava tað gott?
16.09.2015 - 11:45

   Framhald av greinini Klumman: "Vit vita ikki, hvussu gott vit hava tað í Føroyum" 1/2   

 

   Vandin við fávitsku

At okkara heimsfatan soleiðis verður púra skeiklað er eftir mínum tykki ikki vandaleyst. Tað kann gera, at vit á ein ella annan hátt kenna okkum sum yvirmenniskju uttan at ætla tað. At vit koma úr samfeløgum, sum hava vælfungerandi skipanir (sum vit forrestin eisini finnast at), kann føra til, at vit gerast ógvuliga snævurskygd og halda, at okkara háttur er tann einasti rætti, meðan øll onnur bara hava skeivt og áttu at tillagað seg okkum og okkara skipanum – eisini í sínum heimlondum.

 

Kanska henda skeiklaða heimsfatanin eisini kann elva til, at vit halda onnur vera býttari og hava minni virði enn vit – og her eru vit av álvara á vandaleið. Ein innbygdur hugsanarháttur um, at onkur annar hevur minni virði enn tú og tíni kann vera ringur at sleppa av við – sjálvt tá tú gerst varug/ur við hann. Við einum slíkum hugsanarhátti tykist óhugsandi at kunna integrera eitt nú flóttar ella yvirhøvur at kunna samstarva við onnur fólkasløg. Hava vit sum pinkusamfelag í stóra heiminum ráð til tað?

 

Um vit einaferð koma í ta støðu, at vit skulu samstarva við til dømis ein afrikanara ella asiata, kunnu vit púra undirmeta viðkomandi, um vit halda okkum sjálv vera betri fyri enn onnur. Sett í føroyskt høpi, kundi tað merkt, at samráðingar við Nigeria um fríhandil kundu gingið so illa, at vit als ikki fingu nakra avtalu, og møguliga nigerianararnir púrasta góvust við at keypa okkara fisk, tí vit høvdu fornermað teir. Sama kundi hugsast um russar ella kinesarar, sum í løtuni rinda besta prísin fyri laks. Skulu vit so dúva upp á, at ‘okkara egnu’ úr Evropasamveldinum skulu keypa fiskin og samstundis seta allar treytir fyri samstarvi, tí vit eru so lítil? Skulu vit bert samstarva við onnur við okkara húðarliti, sum eisini av og á boykotta okkum?

 

Eg haldi bara, at tað hevur týdning, at vit eru upplýst um, at ikki alt uttan fyri vesturheimin er ein stór skandala. Klók og væl útbúgvin fólk kunnu eisini vera úr kreppuraktum londum, og at ein persónur ikki dugir títt mál ella enskt eins væl og tú merkir ikki, at viðkomandi er býttari enn tú. Tað merkir bert, at viðkomandi dugir verri títt mál ella enskt. Punktum.

 

 

   Óupplýstir heimføðingar ella upplýstir heimsborgarar?

Fyri at koma aftur á sporið, so veit eg eisini væl, at ræðusøgur selja í miðlunum. Men so ber eisini til at spyrja, um tað ikki er júst tí, public service sáttmálar skulu verja okkum ímóti?

 

Eg ætli ikki at peika ljótar fingrar at nøkrum. Eg seti bert spurnartekn við, um vit heldur vilja vera óupplýstir heimføðingar, sum verða undirhildnir av heimsins ræðusøgum, ella um vit vilja gerast upplýstir heimsborgarar, ið eru til reiðar at samstarva við tey, ið vilja samstarva við okkum og fáa tað besta burturúr. Um vit ætla tað seinna, skuldu vit kanska rættað okkara heimsfatan eitt sindur, so vit eisini verða upplýst um positiva menning kring knøttin fyri at (í minsta lagi royna at) sleppa undan at endurtaka ræðuleikarnar, ið søgubøkurnar vitna um ofta henda, tá eitt fólkaslag setir seg sjálvt hægri enn eitt annað. 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.