Framtaksgrunnurin seks milliónir í halli

Framtaksgrunnurin seks milliónir í halli
Grunnurin hevur gjørt íløgur í 43 fyritøkur fyri tilsamans 373 mió. kr.
Marjun Eystberg er forkvinna í nevndini fyri Framtaksgrunnin
 
21.09.2015 - 10:30

Framtaksgrunnurin hevði eisini góðar seks milliónir krónur í halli í fjør.

Hallið var góðar 6,1 millión krónur í fjør. Tað var góðar 6,5 milliónir í 2013.

Stovnspeningurin varð lækkaður 58,1 millión í fjør, og eginpeningurin er nú 36,7 mió. kr. 

Landið og staturin

Framtaksgrunnurin byrjaði í 1995 við 200 milliónum krónum, sum landið og danski staturin komu við.

Á nýggjárinum hevði Framtaksgrunnurin partabrøv í 20 fyritøkum. Grunnurin fekk í fjør 15 umsóknir um nýggjar íløgur og um at hækka verandi íløgur. Fimm umsøkjarar fingu játtandi svar í fjør.

Í ársfrágreiðingini fyri 2014 siga stjórin og nevndin, at seinastu árini hevur verið torført at finna aðrar íleggjarar, so til ber at fremja tær ætlanir, sum Framtaksgrunnurin setur pengar í.  Framtaksgrunnurin ger íløgur í fyritøkur. 

Íløgurnar skulu seljast, tá tær eru sølubærar. Pengarnir, sum grunnurin fær fyri seldar íløgur skulu síðani brúkast til nýggjar íløgur.

Selt partabrøv fyri 222 mió. kr.

Sambært yvirliti, sum Framtaksgrunnurin gjørdi fyrr í ár, eru partabrøv seld fyri 222 mió. kr. Vinningurin av seldu íløgunum er 39 mió. kr. Síðan 1995 eru fýra fyritøkur, sum Framtaksgrunnurin átti í, farnar á húsagang við tí úrsliti, at grunnurin misti alla sína íløgu, fýra mió. kr. 

Eisini eru nakrar íløgur seldar við halli, knappliga átta mió. kr. 

Tá yvirlitið varð gjørt, hevði Framtaksgrunnurin gjørt íløgur fyri 373 milliónir krónur í 43 fyritøkur í Føroyum.

Besta sølan hjá Framtaksgrunninum gav slakar 24 mió. kr. í vinningi.

Í nevndini fyri Framtaksgrunnin eru Marjun Eystberg, forkvinna, Kristine Ellingsgaard, næstforkvinna, Marni Hjallnafoss, Ingi Elmelund Petersen og Fróði Magnussen.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. apríl
Hendingar á Løgtingi og Fólkatingi (2:2)
206594
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
206588
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206570
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483