Skiparin á Sam Simon skal fortelja sína útlegging

Skiparin á Sam Simon skal fortelja sína útlegging
Skiparin á Sea Shepherd-skipinum skal avhoyrast um tilburðin í Nólsoyarfirði fríggjadagin, tá ein útróðrarmaður úr Havn var um at verða niðursigldur
Skiparin á Sam Simon hjá Sea Shepherd skal nú fortelja sína útlegging av eini hending fríggjadagin, tá ein útróðrarmaður segði, at skipið nærum sigldi hann niður í Nólsoyarfirði
 
23.09.2015 - 12:37

Men løgreglan skal fyrst hava Sjóvinnustýrið at greina, hvørji lógarbrot talan kann vera um. Hetta sigur Jón Klein Olsen, varapolitikommisserur.

Tað var út móti hálvgum seks fríggjakvøldið, at Carl August Arge, útróðrarmaður úr Havn, varð illa skakaður av Sam Simon. Hann var tá staddur stutt norðan fyri Hoyvíkshólm.

SÍ EISINI Skelkaður av framferð hjá Sea Shepherd

Fleiri avhoyringar eru gjørdar í hesum málinum, og sum nevnt, so skal skiparin á Sam Simon eisini avhoyrast, tá Sjóvinnustýrið hevur sagt sína hugsan um møguligu lógarbrotini.

Sam Simon er eisini meldaður fyri ein annan tilburð sunnan fyri Borðoyanes leygardagin. Men tað málið verður slept, sigur Jón Klein Olsen, tí mett verður ikki, at grundarlag er fyri at fara víðari við tí.

Løgreglan miðar ímóti at koma víðari við málinum í Nólsoyarfirði seinni í hesari vikuni, sigur Jón Klein Olsen, varapolitikommisserur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162