Lív bjargaði fimm fólkum norðan fyri Kaldbaksnes

Lív bjargaði fimm fólkum norðan fyri Kaldbaksnes
Bátur á veg úr Hvalvík til Kaldbaks bar við botn. Lív bjargaði fólki og báti.
Lív gjørdi skjótt av í gjárkvøldið, tá ein bátur við fimm fólkum bað um hjálp.
 
26.09.2015 - 13:02

Bjargingarbáturin Lív bjargaði í gjárkvøldið fimm fólkum. 

Tey vóru í einum báti, sum sigldi á steinar á botninum Yviri undir Síðu, norðan fyri Kaldbaksnes á Streymoynni.

Báturin var á veg úr Hvalvík til Kaldbaks, tá óhappið hendi. 

Fimm fólk, tvey vaksin og trý børn, vóru í bátinum, upplýsir politiið. Báturin legðist nógv, so fólkini fóru í bjargingarbátin.

Politiið fekk fráboðan um hendingina klokkan hálvgum níggju í gjárkvøldið, og 40 minuttir seinni var Lív hjá bátinum.

Lív tók fólkini umborð, og bátin upp á sleip. Lív fór til Kaldbaks við fólki og báti.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527