Her fór ein bátur á land í nátt

Her fór ein bátur á land í nátt
Um trý-tíðina í nátt fór ein bátur á land í Urðini á Steininum ella Akralíð, sum er eystantil í Suðuroynni, millum Hvalba og Tvøroyri
Um trý-tíðina í nátt fór ein bátur á land á staðnum, ið er frámerkt á kortinum. Brimil sleipar nú danska bátin til Havnar
Mynd: Kort: Open Street Map  
 
28.09.2015 - 07:57

<p>Sambært Sjóbjargingarstøðini, MRCC, og politinum er talan um 25 metra langa danska bátin Globus. Sambært MRCC gjørdist róðrið í ólagi, og tí fór báturin á land.</p>

<p>Trý fólk eru við bátinum og teimum veit væl við. Loðsbáturin á Tvøroyri fór til hjálpar og sleipaði bátin avaftur. Báturin lekur ikki.</p>

<p>Loðsbáturin lá hjá Globusi til Brimil kom á staðið tíðliga í morgun. Brimil sleipar nú danska bátin til Havnar.</p>

<p>&nbsp;</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109