Fólkakirkjan missir ikki limir til aðrar samkomur

Fólkakirkjan missir ikki limir til aðrar samkomur
Tað sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur, í viðmerking til tíðindini í Útvarpinum fyri hálvari-triðju viku síðani um limatalið í fólkakirkjuni
Færri og færri føroyingar eru limir í fólkakirkjuni. Tað var yvirskriftin í útvarpinum herfyri. Biskupur ger nú vart við seg í kjalarvørrinum á tíðindunum
 
07.10.2015 - 10:48

Yvirskriftin í Útvarpinum var, at færri og færri føroyingar eru limir í fólkakirkjuni. Limatalið er minkað støðugt seinastu 15 árini.

Tað er rætt, tá roknað er í prosentum av fólkatalinum. Men hesi 15 árini eru 744 limir komnir afturat í fólkakirkjuni, skrivar biskupur á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.

SÍ EISINI Færri og færi limir í fólkakirkjuni

Biskupur sigur, at hann hevur spurt sóknarprestarnar, um fleiri fara úr kirkjuni ella gerast limir í henni. Niðurstøðan er, at heldur fleiri lima seg inn enn út.

Tí er ikki talan um, at fólkakirkjan missir limir til aðrar samkomur ella at tey í stórum tali fara úr fólkakirkjuni, tí tey hava annan ella ongan átrúnað, sigur Jógvan Fríðriksson.

Biskupur heldur tríggjar orsøkir vera

Í 2000 vóru 84,3 prosent av fólkinum í Føroyum limir í fólkakirkjuni. Nú er talið komið niður í 81,6 prosent. Jógvan Fríðriksson nevnir tríggjar orsøkir.

Fleiri útlendingar, nýggir føroyingar eru í Føroyum. Flestu teirra eru kristin við aðrari trúarlæru enn luthersku fatanini. Nakrir nýggir føroyingar hava aðra heimstrúgv.

Karismatisku kirkjurnar eru virknar og dugnaligar. Nógv av eldru í teimum eru limir í fólkakirkjuni, hóast tey eru virkin í fríkirkju.

SÍ EISINI Óvist hví fólkakirkjan missir limir

Nú er talan um annað og triðja ættarlið. Yngra ættarliðið kennir ikki til fólkakirkjunnar siðvenju og er í minni mun uppvaksið í henni.

Tá børn teirra ikki verða doypt í fólkakirkjuni, lækkar limatalið í fólkakirkjuni eina tíð, til tað finnur sína natúrligu legu. Og serliga ungdómurin ynskir skjótar avgerðir og frælsi at virka í tíðini.

Tí er nútíðin størri avbjóðing fyri fólkakirkjuna enn fyri aðrar kristnar kirkjur og samkomur, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. oktober
RagnarRokk 17.oktober 2024
180803
Hósdag 17. oktober
RagnarRokk:Markus Vanhala um Nordic Gothic
180802
Hósdag 17. oktober
«Ein maður átti eitt fikutræ...»
182221
Hósdag 17. oktober
RagnarRokk: Dan Lorenzo um Visioning
180799
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. oktober
Sært tú fuglin? II (2:2)
182194
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182119
Týsdag 15. oktober
Veðrið
182112
Týsdag 15. oktober
Fletta í Kongsstovu
182110