Mentamálaráðið farið í hernað móti happing

Mentamálaráðið farið í hernað móti happing
Í seinasta lagi í dag eiga fólkaskúlarnir at lata Mentamálaráðnum dagførda trivnaðarætlan um, hvussu happing kann fyribyrgjast
Fólkaskúlarnir í Føroyum skulu í seinasta lagi í dag lata Mentamálaráðnum, ið er farið í hernað móti happing, dagførda trivnaðarætlan
 
12.10.2015 - 09:32

Trivnaðarætlanin skal dagførast eftir nýggju kanningini um happing. Skúlarnir skulu kunngera dagførdu trivnaðarætlanina á heimasíðu skúlans, skrivar Skúlablaðið. Fyrru ferð, Mentamálaráðið kannaði happing í fólkaskúlanum, var í 2007.

Tá fingu skúlarnir eisini at vita, at teir skuldu gera eina ætlan um mannagongdir at fyribyrgja og basa happing. Men funnist hevur verið at nógvum trivnaðarætlanum, tí tær eru ikki nóg ítøkiligar ella greiðar.

Nú Mentamálaráðið biður skúlarnar dagføra trivnaðarætlanina, hevur tað eisini gjørt ein faldara, sum lærarar og næmingar kunnu brúka evnisdagin, sum verður 21. oktober.

Vilja hava afturmelding frá skúlunum

Henda dagin, mikudagin í næstu viku, skulu allir skúlar viðgera úrslitini frá nýggju kanningini um happing og arbeiða við evninum trivnaður við atliti at sosiala felagsskapinum í flokkinum, skrivar Skúlablaðið.

Mentamálaráðið vil hava afturmelding frá skúlunum um, hvussu støðan er í einstøku flokkunum og skúlanum sum heild og hugskot og dømi um, hvussu arbeitt verður við trivnaði og happing.

Hetta skal verða gjørt fyri 9. november. Harafturat verður ráðstevnu við verkstovum um happing 12. og 13. november fyri øll starvsfólk í fólkaskúlanum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974