Enn ongin nevndarviðgerð

Enn ongin nevndarviðgerð
Enn hevur tað verið sera lítið virksemi í Løgtinginum hesa tingsetuna. Fíggjarnevndin hevur ongan fund havt um fíggjarlógaruppskotið.
Ruth Vang, fíggjarnevndarforkvinna, sigur, at fíggjarnevndin fer er at hava fund, tá tingfundur verður aftur.
 
17.10.2015 - 11:25

Løgtingið er í løtuni í heystfrí, og enn er eingin tingfundur ásettur. Í aðru viku verður fundur í Norðurlandaráðnum, og tá verður heldur eingin tingfundur.

Fíggjarnevndin hevur ongan fund havt um fíggjarlógaruppskotið hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, enn, men ætlanin er at hava fund í nevndini, tá tingfundur verður aftur, upplýsir Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini.

Ruth Vang sigur, á fyrsta fundinum um fíggjarlógaruppskotið verður Kristina Háfoss biðin um greiða frá, hvørja tíðarætlan landsstýrið hevur, tí í fíggjarlógaruppskotinum eru bert framskrivað tøl. Tí verður eingin verulig viðgerð fyrr enn í fíggjarnevndini og tá uppskotið kemur til 2. viðgerð í tinginum.

Fíggjarlógin skal samtykkjast og avgreiðast fyri nýggjár. 

Fíggjarnevndin hevur skipað seg við Ruth Vang í Framsókn sum forkvinnu og Bárði á Steig Nielsen í Sambandsflokkinum sum næstformanni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928