Privatu miðlarnir fáa ikki stuðul fyribils

Privatu miðlarnir fáa ikki stuðul fyribils
Privatu fjølmiðlarnir fáa ikki tær tvær milliónirnar, sum Bjørn Kalsø, sum var landsstýrismaður í mentamálum, ætlaði at geva teimum úr landskassanum
Privatu miðlarnir í Føroyum fáa ikki stuðul, sum ætlanin annars var. Landsstýriskvinnan hevur biðið Løgtingið strika játtanina
 
26.10.2015 - 09:26

Uppskotið hjá landsstýrismanninum vann ikki frama í Løgtinginum. Nú hevur Rigmor Dam, sum tók við eftir Bjørn Kalsø, biðið Løgtingið strika játtanina.

Annað er at brúka pengarnar, ella ein part av teimum, til. Undir yvirskriftini mentan í eykajáttanarlógina biður landsstýriskvinnan um 600.000 til Norðurlandahúsið, sum ætlar at gera 65 bilpláss afturat við Norðurlandahúsið.

SÍ EISINI Privatir fjølmiðlar fáa nú eisini stuðul úr landskassanum

Parkeringarviðurskiftini eru ein afturvendandi trupulleiki hjá Norðurlandahúsinum, sum bara hevur 45 bilpláss. Stýrið fyri Norðurlandahúsið arbeiðir tí við eini ætlan um at gera 55 bilpláss afturat.

Tær 600.000 krónurnar, sum biðið er um úr landskassanum, er ein fjórðingur av tí, sum arbeiðið er mett at kosta.

Málráðið skal hava 100.000 krónur afturat, skulu málráðgevingin og arbeiðið við stavsetingarorðabókini halda áfram ótarnað í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762