Øll vilja til dólgarnar
Eingin ivi er um, at nógv vilja sleppa at síggja leikin Fólk og Dòlgar í Kardamummubýnum, tí útselt var til fyrstu sýningarnar eftir lítlari løtu.

Og hvat er so at gera? Spæla fleiri sýningar sjálvandi. Nú triðja umfarið av sýningum er sett til sølu, eru bíðiraðirnar enn líka langar. Øll elska søguna um Kaspar, Jaspur og Jónatan, Suffíu mostur, lítlu Kamomillu, Tobias í torninum og øll hini. Tað kunnu vit siga fyri vist.