Ráðstevnur varpa ljós á happing í fólkaskúlanum

Ráðstevnur varpa ljós á happing í fólkaskúlanum
Um eina viku verður nýggjasta kanningin hjá Mentamálaráðnum um happing í fólkaskúlanum viðgjørd á tveimum ráðstevnum fyri lærarar
Ljós verður varpað á happing í føroyska fólkaskúlanum á tveimum ráðstevnum, sum verða í næstu viku. Happing er framvegis ein trupulleiki í fólkaskúlanum, staðfesti ein kanning, ið varð kunngjørd í mai
 
06.11.2015 - 09:21

Onnur ráðstevnan verður hósdagin í Skúlanum við Løkin. Hon er fyri skúlar í Eysturoy og Norðoyggjum.

Hin verður fríggjadagin í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík fyri skúlarnar í Streymoynni, Sandoynni, Nólsoynni, Vágoynni og Suðuroynni. Ráðstevnan eitur Vitan, veruleiki og visjón - skúlin sum slóðbrótari.

Næmingar í fimta flokki mest happaðir

Samanumtikið 13 prosent av næmingunum í fimta, sjeynda og níggjunda flokki siga seg hava verið happað í skúlanum. Næmingar í fimta flokki verða mest happaðir, og næmingar í níggjunda flokki happa mest.

Tað er tó ikki staðfest, at beinleiðis samband er millum aldursbólkarnar og happingina, tað er, at tað tey í níggjunda flokki happa tey í fimta flokki, sigur arbeiðsbólkurin hjá Mentamálaráðnum, sum gjørdi kanningina.

Sannlíkt er, at tey í fimta flokki ikki í eins stóran mun og tey í níggjunda flokki vilja viðganga, at tey happa onnur, ella sjálvi verða happað.

Kanning kunngjørd í summar

Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á nýggjastu kanningina um happing í fólkaskúlanum í Føroyum og á nýggja altjóða gransking um happing, so sum hvørji rák eru nú, hvussu happing verður fatað aðrastaðni, og hvat krevst av skúlanum.

Endamálið við ráðstevnunum er eisini at finna eina felags endurskoðaða fatan av happing, og hvussu nýggj vitan kann basa happingini í skúlunum.

Kanningin um happing í fólkaskúlanum í Føroyum varð kunngjørd í mai í ár. Sambært henni er happing framvegis ein trupulleiki í fólkaskúlanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762