Andrea skal leiða Tórshavnar Musikkskúla

Andrea skal leiða Tórshavnar Musikkskúla
Seinnapartin í gjár var hátíðarhald í Reinsaríinum í Tórsgøtu, nú Andrea Heindriksdóttir tekur við sum leiðari í Tórshavnar Musikkskúla
Andrea Heindriksdóttir, Helena Dam á Nestabø og Heðin Mortensen
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
07.11.2015 - 11:01

Andrea Heindriksdóttir er kend bæði í musikkskúlanum og í mentanarlívinum. Eitt nú er Andrea fastur limur í Aldubáruni, harmoniorkestrinum GHM og Føroya Symfoniorkestri.

Undir hátíðarhaldinum flutti Heðin Mortensen, borgarstjóri fram røðu, har hann legði fyri við at takka fráfarandi musikkskúlaleiðaranum, Bo Isholm: – Í hansara tíð hevur musikkskúlin ment seg til ein sera virknan og fjølbroyttan skúla og mentanarstovn.

Andrea Heindriksdóttir, sum nú tekur við sum leiðari, er útbúgvin frá lærdum tónlistaháskúla í 1992 við floytu sum høvuðsljóðføri, og sama ár fekk hon starv í Tórshavnar Musikkskúla. Í fjør hevur hon eisini nomið sær diplomútbúgving í leiðslu. 

Tórshavnar musikkskúli er kommunalur stovnur, sum bæði er ein útbúgvingarstovnur og ein mentanarstovnur, og borgarstjórin kom í talu síni inn á karmarnar um musikkskúlan, ið hevur sum leiklut at ganga á odda – bæði á útbúgvingarliga økinum og mentanarliga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762