Pál bronsu í Dubai

Pál bronsu í Dubai
Eitt bronsuheiðursmerki og eina tíð væl undir OL kravtíðina hjá FINA. Tað er úrtøkan hjá Páli Joensen í World Cup kappingini í dag
 
07.11.2015 - 17:29

Pál Joensen hevur vunnið bronsu í 1.500 metra frí í World Cup, sum er í Dubai í hesum døgum. Harafturat hevur vágbingurin eisini tvær ferðir í hesi vikuni svomið undir kravtíðina hjá FINA til OL í Rio næsta ár. Tað skrivar heimasíðan, svimjing.com. 

Tíðin hjá Páli í dag var 15:08:90, og kom hann á mál í hølunum á tjekkiska Jan Micka og ukrainska Mikhailo Romanchuk.

Pál Joensen byrjaði annars ikki so væl, og hann hevði ilt við at fylgja fremstu svimjarunum. Men tá teinurin var hálvsvomin, kom Pál upp í leikin aftur. Tá 800 metrar vórðu lagdir afturum, lá hann á einum tryggum triðjaplássi, sum hann helt seg á allan vegin á mál.

Vinnaratíðin hjá Jan Micka var 15.02.08, meðan Mikhailo Romanchuk kom á mál við tíðini 15.02.34. Sostatt vóru teir báðir seks sekund framman fyri Pál. 

Tvær ferðir undir kravtíð

Við tíðini 15:08.90 hevur Pál Joensen fyri aðru ferð í hesi World Cup kappingini svomið undir kravtíðina hjá FINA til Olympisku leikirnar í Rio. Fyrru ferð var týsdagin við tíðini 15.13.69

Danir hava so aftur ásett sær eina enn harðari OL-kravtíð á 15:07.53, og er Pál einasti svimjari í danska ríkinum, ið hevur klárað at svimja undir ta tíðina. Tað var til HM í Kazan, har tíðin var 14:58.52.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891