Umleið 100 dripin í Bataclan

Umleið 100 dripin í Bataclan
Alt bendir á, at yvirgangsfólkini hava framt hópdráp í konserthúsinum, Bataclan, í París
 
14.11.2015 - 00:15

Skelkandi boð koma í løtuni frá altjóða miðlum. Umleið 100 fólk, ið vóru hildin gíslar í konserthúsinum, Bataclan, eru dripin, skrivar AFP tíðindastovan.

Sagt verður eisini, at higartil er staðfest, at trý yvirgangsfólk eru dripin av fronsku løgregluni. BBC sigur júst nú, at tað eru eisini fólk, ið eru komin livandi út úr konserthúsinum.

Í løtuni bendir á, at gíslatøkan er av, tí løgreglufólkini uttanfyri Bataclan tykjast meira rólig nú, sigur BBC. Í løtuni bendir á, at yvirgangsálopini hava dripið tilsamans 140 fólk.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851