Fraklendingar fingu tvær ávaringar

Fraklendingar fingu tvær ávaringar
Frakland varð ávarað, ikki bert eina ferð men tvær ferðir, um ein 29 ára gamlan yvirgangsmann undan álopunum fríggjakvøldið, sigur bretskt blað
Frakland varð ávarað tvær ferðirnar áðrenn yvirgangsálopini fríggjakvøldið, ið kravdu 129 lív, sambært bretskum blaði
Mynd: KvF/Eyðun Müller Thomsen  
 
16.11.2015 - 16:57

Turkaland ávaraði fronsku myndugleikarnar tvær ferðir um 29-ára gamla mannin, sum saman við tveimum øðrum drap 89 fólk á konsertstaðnum Bataclan í París fríggjakvøldið.

Men Frakland bað ikki um upplýsingar um mannin, fyrr enn eftir yvirgangsatsóknirnar. Hetta skrivar bretska blaðið, The Guardian.

Greinin heldur fram niðanfyri

29 ára gamli maðurin, sum æt, Ismael Mostefai, vakti illgrunan hjá turkisku myndugleikunum, tá Frakland í oktober í fjør bað um upplýsingar um fýra aðrar menn, sum vóru undir illagruna fyri yvirgang.

Tá turkar fóru at kanna teir fýra, duttu teir um navnið hjá Ismael Mostefai, og teir boðaðu fronsku myndugleikunum frá, fyrst í desember 2014 og aftur í juni í ár.

SÍ EISINI Tøgn í ein minutt: Her minnast fransmenn tey deyðu

- Men vit frættu einki aftur úr Fraklandi, sigur ein turkiskur embætismaður við bretska blaðið, The Guardian.

Ikki fyrr enn eftir yvirgangsatsóknirnar fríggjakvøldið fingu turkisku myndugleikarnir fyrispurning úr Fraklandi um Ismael Mostefai.

29-ára gamli sjálvmorðsbumbumaðurin varð føddur í Fraklandi og var uppvaksin 25 kilometrar uttan fyri París.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096