Greining: Evropa skal syndrast innanífrá

Greining: Evropa skal syndrast innanífrá
Eitt er púra vist: Yvirgangsálopið í Fraklandi var ikki tað seinasta í Evropa
 
18.11.2015 - 09:45

Greining: Islamiski Staturin ætlar sær at beina fyri enn fleiri ósekum fólkum á evropeiska heimabeitinum. Men tað er ikki til at siga, hvar bumburnar bresta næstuferð. Tað kann vera í París, í London ella í Keypmannahavn. Tað vita vit ikki. Har radikala islamiska hugsjónin nørist, er nú vandi fyri yvirgangi.

IS vil hava klandur í Evropa

Úr miðeystri kemur ein hópur av hóttanum um fleiri álop á evropeiskari jørð. Og tað er bara ein spurningur um tíð, nær ein hóttan úr rúgvuni verður fullførd, helst fleiri enn tað.

Islamiski Staturin vil hava borgarakríggj í Evropa. Greiða ætlanin er, at óttin og ræðslan skulu fáa bestu gróðrarlíkindini í Evropa - ætlanin er heilt einfalt at spjaða og syndra evropeisku samfeløgini innanífrá. Islamiski Staturin væntar og vónar, at harðrendu yvirgangsálopini fara at hava við sær, at radikalir muslimar og hini fara at klandast á evropeiskari jørð. Evropa fer tá at standa munandi veikari. Sum Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, orðaði tað í oddagreinini mánadagin, so er endamálið at nøra um spírandi viljan móti fremmandum fólki í evropeiskum londum. Tí líkindini eru ikki vánalig fyri, at útihýstir muslimar, sum Evropa skúgvar til viks, fara upp í Islamiska Statin.

Tað hevur eisini partvís eydnast. Flóttafólkastreymurin hevur elvt til, at víðgongdu høgraflokkarnir í Evropa fáa alsamt størri undirtøku. Evropeisku londini halda onga felags kós, londini eru ikki sameind, nú flóttafólk flýggja undan ófriði og ruðulleika í Sýria, Irak og Afganistan. Øðrumegin standa tey, sum halda, at hetta er ein menniskjanslig avbjóðing við troti á hjálpartiltøkum, hinumegin standa tey, sum halda, at hurðarnar skulu latast aftur, millum annað, tí radikala hugsjónin kemur við teimum í viðførinum til Evropa.

Ósemjan ber við sær, at Evropeiska Samveldið ger lítið um seg, meðan avbjóðingin stendur við og versnar. Í Evropa veit eingin, hvussu vit skulu sláa manngarð um fólkaræðisligu stýrisskipanina. Og tað hevur elvt til klandur - og nú eisini kríggj - í hesum siviliseraða partinum av heiminum.

Millum verju og frælsi

Á gøtunum í franska høvuðsstaðnum fánar áræðið smátt um smátt. Tann stríðshugurin, sum sermerkti henda mentanarliga miðstaðin eftir eirindaleysa álopið á Charlie Hebdo í januar, er ikki eins stinnur nú.

Høvuðsorsøkin er, at radikala islamiska hugsjónin fevnir víða. Hugsjónin røkkur nú eisini til Pakistan, Afganistan og landaøki har norðuri í Afrika. Ein hugsjón, sum er kjølfest í, at øll, sum hava eina aðra áskoðan enn tey, skulu drepast. Tey, sum ikki vilja upp í part, skulu snøgt sagt beinast burtur. Og Islamiski Staturin hevur trúgvar fylgissveinar í lítlum íbúðum í Fraklandi, Týsklandi, Bretlandi og Belgia. 

Í Fraklandi, og aðrastaðni við, er avbjóðingin at finna røttu javnvágina millum tryggleikan og frælsi. Tað frælsi, sum hevur verið grundvøllurin undir franska samfelagnum, síðan rembingarnar ímóti kongsvaldinum og einaræðinum í 1789. Frælsishugtøkini, sum millum aðrar Rousseau og Voltaire sjósettu í París í fyri 300 árum síðani, skulu nú standa sína roynd. Tað er nú meira neyðugt enn á ævini at vísa, at tey frælsishugtøkini, sum hava myndað frælsislynta Evropa, standa á stinnari grund. At frælsishugtøkini ikki kvíða fyri bumbum, skotvápnum og hóttanum, sum vilja vinna sær politiskt vald í stundini.

Men hóttanirnar um fleiri yvirgangsálop hava lagt seg sum eitt stórt, svart skýggj yvir Evropa. Og tað er undir hesum skýggi, at evropearar skulu liva og virka. Fær ræðslan fastartøkur, og evropearar halda seg innandura, er tað ein sigur fyri radikalu islamistarnar. Men lata vit bara standa til, sum einki er hent, eru vit naiv.

Íkomna støðan fer helst at hava við sær, at evropeiska eftirlitið verður hert enn meira. Løgreglan fær víðari heimildir at leita í persónligum upplýsingum. Ein av avleiðingunum av yvirgangsálopunum verður, at okkara persónliga frælsi verður skert. Og tað er tað sama sum minni vælferð. Tað er við minni vælferð, at evropearar skulu rinda fyri hert eftirlit. 

Og meðan politisku oddafólkini fara áhaldandi at tingast um, hvør avgerð er tann rætta, nærkast næsta yvirgangsálopið. Tí hert eftirlit fer ikki at koma hóttanunum til lívs. Tað er rætt og slætt vónleyst at verja seg ímóti einari kalasjnikov, sum kann keypast fyri 3000 krónur á svarta marknaðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977