Regin Dahl var tónaskald í útlegd

Regin Dahl var tónaskald í útlegd
Páskadag og 2. páskadag verður sendirøðin "Tónaskald í útlegd" um Regin Dahl send í útvarpinum, har Knút Háberg Eysturstein og Uni Arge spæla løg eftir tónaskaldið
 
19.04.2025 - 10:00

Regin Dahl varð føddur í 1918 og doyði í 2007.

Hann vaks upp í Sandagerði og fór í 1934 niður á Sorø Akademi at taka studentsprógv, sum hann fekk í 1937.

Hetta sama árið gav hann út sítt fyrsta yrkingasavn, og longu tá var hann farin at skriva løg.

Les eisini: "Regin Dahl – tónaskald í útlegd", Heilabrim, 27 desember 2014

Regin Dahl skrivaði hundraðtals løg til føroyskar, norðurlendskar, týskar, latínskar og enskar yrkingar, og í fleiri umførum í 1970'unum vórðu hesi løgini tikin upp.

Upptøkurnar eru savnaðar á útgávuni Atlantsløg frá 2005. 

 

Sendirøð um Regin Dahl

2019 kom út bókin "Heimurin, ið hvarv – útlagna sangtónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin" eftir Knút Háberg Eysturstein.

Hoyr eisini: Vágskálin: Bókin um Regin Dahl er ein tónleikasøguligur varði

Páskadag kl 13.10 og 2. páskadag kl. 13.10 verður sendingin "Tónaskald í útlegd" at hoyra í útvarpinum.

Í sendingini spæla Knút Háberg Eysturstein og Uni Arge løg hjá tónaskaldinum Regini Dahl.

Við síni stóru vitan leiðir Knút okkum ígjøgnum lagasmíðið hjá Regini Dahl, serliga til yrkingar hjá Hans Andriasi og Janusi Djurhuus, Jóannesi Patursson og Jákupi Dahl.

Í sendingini hoyra vit Regin sjálvan og ymisk onnur syngja kendar og minnir kendar sangir, sum Regin eigur løgini til.

 

Hvat: Tónaskald í útlegd
Nær: 1. og 2. páskadag klokkan 13.10
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040