- Tíðindi, mentan og ítróttur
Havnin ov nógv vald

Norðoya Sambandsfelag biður í dag í almennum skrivi býráðið í Klaksvík um at lova borgarstjóranum, Jógvan Skorheim, sleppa á ting.
Felagið metir, at høvuðsstaðurin við borgarstjóranum í Havn hevur hevur fingið ov stórt vald í løgtinginum. Og tað sum nú hevur fingið bikarið at flóta yvir, er at ein stórur partur av tøkugjaldinum, sum verður lagt á alivinnuna, endar í Havn.
Tí hevur Norðoya Sambandsfelag í dag sent øllum býráðslimum í Klaksvík um at lova borgarstjóranum, sum er úr Nýggjum Sjálvstýri, í løgtingið.
Eftir løgtingsvalið í september vórðu fleiri borgarstjórar í landinum valdir í løgtingið, teirra millum Jógvan Skorheim.
Sambært kommunulógini skulu borgarstjórar, sum eru valdir á ting, søkja býráðið um at taka sæti á tingi.
Men á eykabýráðsfundi hálvan september noktaði býráðið í Klaksvík Jógvani Skorheim at taka sæti á tingi.



























