Fólk vilja hava fólkaatkvøðu um samanlegging

23.11.2015 - 13:05
InnlendisSamfelag
Fólk vilja hava fólkaatkvøðu um samanlegging
Um tveir mánaðir verður fólkaatkvøða um tveir skúlar í Sunda kommunu. Og býráðið fer at virða úrslitið

Sunda kommuna hevur fingið áheitan um fólkaatkvøðu um avgerðina at leggja niður skúlarnar í Hósvík og Hvalvík.

Freistin at biðja um fólkaatkvøðu er farin, og í minsta lagi 30 prosent av veljarunum í teimum báðum skúlaumdømunum hava kravt fólkaatkvøðu um avgerðina at leggja skúlarnar niður.

Býráðið í Sunda kommunu hevur avgjørt at hava ein fólkaskúla í kommununi, Skúlan við Streymin, frá næsta skúlaári.

Í skúlanum í Hósvík eru knappliga 40 børn, og í skúlanum í Hvalvík, sum eisini er fyri Streymnes og Saksun, eru okkurt um 70 børn. Umleið 140 fólk hava skrivað undir hvørja áheitan um fólkaatkvøðu.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659