Skal brúkast nøkur ár afturat

Skal brúkast nøkur ár afturat
Gamli Magnus Heinason, sum skjótt verður 40 ár, skal halda í fimm ár afturat. Arbeiðið, at byggja nýggja skipið, verður boðið út tíðliga í 2016
Magnus Heinason skal brúkast í fimm ár afturat. Nú er ætlanin at bjóða út arbeiðið tíðliga næsta ár
 
25.11.2015 - 08:19

Tí verklagslógin um nýtt havrannsóknarskip skal leingjast fimm ár, til 31. desember í 2020, tá havrannsóknarskipið væntandi er bygt.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, bað í gjár løgtingið leingja lógina um havrannsóknarskip og leggja 15 milliónir krónur aftur at byggikostnaðinum, so hann verður 215 mió. kr.

Á sumri 2011 samtykti løgtingið at byggja havrannsóknarskip. Samstundis varð samtykt, at verklagslógin fer úr gildi aftur 31. desember 2015. Men enn er eingin bygging byrjað.

Arbeiðið bjóðast út tíðliga í 2016

Nú er ætlanin at bjóða út arbeiðið tíðliga næsta ár. Ætlanin er at játta 15 mió. kr. næsta ár, 20 milliónir í 2017, 100 milliónir í 2018 og 80 milliónir í 2019.

Ætlanirnar um at stovna alment partafelag til endamálið, ella at langtíðarleiga havrannsóknarskip frá privatum veitara, verða sleptar í lógaruppskotinum, sum kom í tingið í gjár.

Uppskotið hevur verið til ummælis hjá Havstovuni, sum ongar viðmerkingar hevur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. desember
Vikuskiftið 5 des 2025
201100
Fríggjadag 5. desember
LEITISSTEIN 05.12.2025 (Steintór Rasmussen)
201090
Fríggjadag 5. desember
Breddin: Stytt arbeiðsvika
201077
Fríggjadag 5. desember
Morgunlestur fríggjadagur 5.desember 2025
200250
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067
Fríggjadag 5. desember
HM25: ísland - Spania
201066
Fríggjadag 5. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201065
Hósdag 4. desember
Veðrið
201039