Viðgera í dag uppskotið um hjálp

Viðgera í dag uppskotið um hjálp
Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið frá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, um familjuískoyti
Í dag fer Løgtingið at viðgera uppskotið landsstýriskvinnuni í almannamálum um familjuískoyti
 
27.11.2015 - 08:00

Sambært uppskotinum fáa stakir uppihaldarar fáa 18.000 kr. um árið fyri fyrsta barnið. Tey, sum ikki eru støk, fáa 22.000 kr. um árið fyri fyrsta barnið.

Tey, sum hava fleiri enn eitt barn, fáa síðani 5.000 kr. afturat fyri hvørt barnið, so støk foreldur, sum hava trý børn til dømis, fáa 28.000 kr. um árið.

Fult familjuískoyti fáa tey, sum hava minni enn 190.000 kr. í inntøku um árið. Landsstýrið hevur sett 8,6 milliónir kr. av til familjúískoytið í 2016.

Tað verður mett at kosta tvær milliónir krónur um árið, umframt hálva millión i stovningarkostnaði, at umsita skipanina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026