- Tíðindi, mentan og ítróttur
Milliónir mistar í veiði- og avreiðingargjaldi
Umframt peningin, landið hevur mist í veiðigjaldi og avreiðingargjaldi, misti landið eisini 160.000 krónur í fjør, tí rentan varð ikki kravd av ov sent goldnum gjøldum.
Tað stendur í ársfrágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini fyri 2014. Vørn boðaði frá, at 3,9 mió. kr. í veiðigjaldi og 700.000 kr. í avreiðingargjaldi vóru strikaðar.
Men Landsgrannskoðanin rættaði tølini til ávikavist 3,5 og 1,1 millión. Landsgrannskoðanin ger eisini vart við, at rentan ikki er kravd av gjøldunum fyri makrel og sild.
Gjaldstovan skuldi rokna rentuna
Sambært lógini skal renta krevjast, um ikki verður goldið rættstundis. Vørn roknar ikki rentu og heldur seg ikki hava ábyrgd av tí, men vísti til, at Gjaldstovan skuldi rokna rentuna.
Landsgrannskoðanin helt tað ikki vera í lagi, at lógarásettar reglur um renturokning ikki verða fylgdar, og mælti leiðsluni í Vørn til at finna eina loysn, so at kravið um renturokning varð fylgt.
Í november greiddi Fiskimálaráðið frá, at sambært lógini skal tann, sum krevur inn, rokna rentu av eftirstøðuni.
Rentan av krøvunum 160.000 í fjør
Sambært avtalu millum Vørn og TAKS krevur TAKS eftirstøðurnar. Fiskimálaráðið segði seg onga orsøk hava til at halda, at TAKS ikki heldur lógina.
Sambært Fiskimálaráðnum sendir Vørn krøvini til TAKS til innheintingar í teirri trúgv, at krøvini íroknað rentur og annan kostnað verða kravd inn eftir galdandi reglum.
Lógin sigur, at renta skal roknast, tá tíggju dagar eru farnir, eitt prosent fyri hvønn byrjaðan mánað. Rentan av krøvunum, sum TAKS heintaði inn í fjør, átti at verið góðar 160.000 kr. skrivar Landsgrannskoðanin.