Løgtingskvinna vil hava revsilógina broytta

Løgtingskvinna vil hava revsilógina broytta
Ættleidd børn yngri enn 18 ár eru ikki javnsett við onnur børn yngri enn 18 ár í revsilógini. Annika Olsen, løgtingskvinna, vil hava lógina broytta
Annika Olsen, løgtingskvinna, legði í gjár uppskot fyri Løgtingið um at broyta revsilógina, so munur ikki verður gjørdur á teimum, sum kynsliga gera seg inn á ættleidd børn ella biologisk børn, sum eru yngri enn 18 ár
 
02.12.2015 - 08:21

Ættleidd børn yngri enn 18 ár eru ikki javnsett við onnur børn yngri enn 18 ár í revsilógini. Tey, sum hava samlegu við skyldfólk, til dømis við børn, kunnu verða dømd seks ára fongsulsrevsing. Men er talan um ættleidd børn er hámarkið í revsilógini fýra ár.

Annika Olsen, løgtingskvinna, legði í gjár uppskot fyri Løgtingið um at broyta revsilógina, so munur ikki verður gjørdur á teimum, sum kynsliga gera seg inn á ættleidd børn ella biologisk børn, sum eru yngri enn 18 ár.

Sambært uppskotinum hjá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, eigur revsiramman at vera hin sama í báðum førum, seks ára fongsulsrevsing.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234