Tí eru fólk, ið deila lívsklók orðafelli, í veruleikanum býttari

Savnsmynd
Tí eru fólk, ið deila lívsklók orðafelli, í veruleikanum býttari
Ein hevur opinbart ikki so nógv millum oyruni, um einum dámar væl at deila heimspekiligar og djúpar endurgevingar á sosialu miðlunum, vísir ein nýggj kanning
05.12.2015 - 19:30

,,Ver tann broytingin, tú sjálvur ynskir at síggja í heiminum” ella “trupulleikar eru møguleikar í arbeiðsklæðum." Fólk flest kenna óivað hesar orðingarnar og nógvar aðrar við, ið ferð eftir ferð verða deildar á Facebook og øðrum sosialum miðlum.

 

Fólk, sum deila og dáma slíkar lívsklókar, intelektuellar og vísar orðingar eru neyvan so klók, sum tey geva seg út fyri at vera. Í roynd og veru eru tey minni hugsandi og hava størri lyndi til at trúgva  konspiratiónsteorium, yvirnatúrligum fyribrigdum og alternativum heilivági.

 

Tað vísir ein nýggj kanning við heitinum ,,On the reception and detection of pseudoprofunds bullshit”.

 

Granskarin Gordon Pennycook og hansara lið frá University of Waterloo in Ontario í Kanada bóðu 300 royndarfólk meta um eina rúgvu av útsagnum og greiða frá, um tey hildu, at útsagnin hevði eina djúpari meining.

 

 

Útsagnir, so sum:

 

,,Nothing is impossible. To follow the quest is to become one with it."

 

,,Hidden meaning transform unparalleled abstract beauty."

 

 

Setningarnir eru maskingjørdir

Sambært granskaranum eru hetta ikki setningar, sum geva meining. Teir halda, at hetta eru býttisligir setningar, sum tilvildarliga av buzzwords, sum ofta upptraðka í slíkum klichéfyltum setningum.

 

Setningarnar eru gjørdir av eini maskinu, sum enn er virkin á hesum leinki.

 

Royndarfólkini skuldu meta um ta “djúparu meiningina” av teimum býttisligu setningunum frá einum skala frá eitt til fimm. 27% søgdu, at setningurin var “djúpari” ella “nógv djúpari”. Tá royndarpersónarnir vístu á veruligar og týðandi setningar, segði eitt líknandi tal, at tey hildu setningarnar vera djúpari.

 

- Okkara úrslit avdúkar tesuna um, at nøkur menniskju eru meira móttakandi móti slíkum tekstum. Tey, sum eru meira móttakandi fyri teimum, eru minni reflekterandi og hava vánalig kognitiv evnir, sigur Gordon PennyCook.

 

Kelda: Mx.dk

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.