Býráðið í Fuglafirði í tvíningum

Býráðið í Fuglafirði í tvíningum
Borgarafundur verður um útfyllingina á vestara armi í februar
10.12.2015 - 20:40

Býráðið í Fuglafirði er í tvíningum um málið at fylla út í fjøruni á vestara landinum til íbúðarbygging.

Í februar atkvøddu fýra býráðslimir fyri og tríggir ímóti. 

Sonni á Horni, borgarstjóri, sum er í minniluta og ímóti ætlanini, vil hava býráðið at taka støðu til tvær aðrar staðsetingar.

Málið skuldi koma fyri á býráðsfundi í Fuglafirði í kvøld, men tað varð tikið av skrá. Í staðin varð avgjørt at hava borgarafund um málið í februar.

 

Mynd: Eyðun á Lakjuni er í meirilutanum í Fuglafjarðar býráð. Hann tekur undir við ætlanini at fylla út á vestara armi til ætlaðu íbúðarbyggingina

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792