Fáa part av avlopinum

11.12.2015 - 13:20
Innlendis›Vinna
Fáa part av avlopinum
Tey, sum hava trygging í Tryggingarfelagnum Føroyar, fáa part av avlopinum hjá TF Holding. Avlopið hjá samtakinum var 141 mió. eftir skatt í 2014

Nevndin í TF Holding mælir til, at avlopið hjá samtakinum verður býtt millum tey, sum hava trygging hjá Tryggingarfelagnum Føroyum.

Á eykaaðalfundi hjá Ognarfelagi tryggingarfelaganna í dag fer umboðsráðið at atkvøðu um uppskotið um at loyva nevndini í TF Holding at skjóta upp at geva limum felagsins, tað er teimum, sum hava trygging í Tryggingarfelagnum, vinningsbýti.

Andrias Ziska, formaður í umboðsráðnum hjá Ognarfelagnum, sigur, at flestu, sum hava trygging hjá Tryggingarfelagnum, eisini eru kundar í hinum feløgunum hjá TF Holding, til dømis Eik, so tey fáa eisini vinningsbýti. Annars eru tey vælkomin at keypa trygging.

Men er tað ikki lættari bara at lækka tryggingargjøldini? Andrias Ziska er formaður í umboðsráðnum hjá Ognarfelagi tryggingartakaranna.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541