7 dagar uttan rís og nudlir í Kina

7 dagar uttan rís og nudlir í Kina
24 ára gamli Dávid Fossdalsa úr Klaksvík, ið lesur á University of Nottingham í Kina, tók ímóti avbjóðingini ikki at eta rís og nudlir í sjey dagar í Kina
17.12.2015 - 02:00

Vanliga eri eg ikki tiltikin fyri at vera pessimistiskur, men eg dugi longu at síggja, at eg eti rís ella nudlir minst tvær ferðir hvønn einasta dag. Eg eri tískil eitt sindur skeptiskur, um hetta kann lata seg gera, og eg vænti, at tað fer at ávirka mín gerandisdag sera nógv. Orsøkin er serliga tann, at í næstan øllum mínum yndisrættum eru rís og nudlir ein týdningarmikil partur.


Sunnudagur (dagur 1)
Morgunmatur: breyð og frukt
Døgurði: Ikea matur
Náttverði: heimagjørdur matur

Sunnudagurin byrjaði sum sunnudagar plaga. Eg svav eitt sindur longri og fekk mær síðani ein breyðbita við osti og rabarbusúltutoyi, sum mamma hevði gjørt og givið mær við til Kina. Tá eg so var ordiliga vakin, avgjørdu daman og eg at fara ein túr í Ikea at gera nøkur ørindi, og sjálvandi steðgaðu vit á at fáa okkum ein bita at eta í Ikea kantinuni. Daman bílegði ein sera, sera lekkran rísrætt, og tá eg ikki slapp at eta rís, so sá eg longu fanan á vegginum. Hetta fór at vera ein long vika.

Um kvøldið avgjørdu okkara sambúgvar, at vit skuldu gera mat saman. Vit gjørdu høsnarunga við chili og ein laksarætt, og dagurin endaði tískil við, at eg fór mettur í song uttan at hava etið rís ella nudlir, tó at eg var ógvuliga freistaður í Ikea.


Mánadagur (dagur 2)
Morgunmatur: frukt + fruktdjús
Døgurði: frukt + fruktdjús
Náttverði: restir frá sunnudegnum

Mánadagarnir hjá mær eru vanliga pakkaðir við tímum, fótbólti og fundum. Tískil er matarsteðgurin sera týdningarmikil og hugnaligur. Sum vant mánadagar át eg frukt og drakk ein fruktdjús ávegis í tíma – feitur máti at byrja dagin, men í mun til aðrar dagar, so át og drakk eg tað sama á døgurða, tí eg visti, at kantinurnar vóru ov freistandi. Um kvøldið valdu daman og eg at eta restir frá degnum fyri, og tískil kláraði eg eisini dag nummar tvey. Jey!


Týsdagur (dagur 3)
Morgunmatur: breyð og frukt
Døgurði: dumplingar
Náttverði: gøtumatur

Týsdagar eru ikki líka pakkaðir sum mánadagar, men fyrrapartin havi eg tímar frá kl. 9-12, og tískil tók eg mær frukt og breyð við til fyrilesturin.

Í døgurðasteðginum kom eg í tankar um, at eg gott kundi eta ein av mínum yndisrættum í Kina – dumplingar. Tískil uppdagaði eg, at kanska vikan ikki fór at verða so hørð kortini, tí eg hevði longu funnið ein rætt, ið eg kundi eta.

Um kvøldið gekk leiðin beint út um universitetið at keypa gøtumat. Turkiskur kebab og væl kryddað kips komu væl við, og eg fór aftur væl nøgdur í song.


Mikudagur (dagur 4)
Morgunmatur: breyð og frukt
Døgurði: matstovumatur við eplum
Náttverði: yndisrættur uttan rís

Dagurin byrjaði væl við breyði og frukt, men skjótt gjørdist hann meiri avbjóðandi. Eitt vinapar bjóðaði okkum at eta á eini matstovu, ið borðreiðir við bestu dongbei (norðureystur) rættunum, ið eg havi roynt. Trupulleikin er, at allir rættirnir verða etnir og smakka best við rísi. Tíverri kundi eg hvørki eta rís ella nudlir, og tískil mátti eg bíleggja eyka eplir fyri at tryggja mær, at eg ikki fór svangur avstað.

Tá eg seinni fór í eina av kantinunum fyri at njóta yndisrættin hjá mær í Kina, kom eg í tankar um, at stokti epla- og kjøtrætturin eisini verður serveraður við rísi við soya, og tá visti eg ikki, um mín mataruppliving var við at fara í fisk, men tað ringasta var, at eg var byrjaður at siga nei til innbjóðingar frá fólki at eta døgurða saman, tí eg sá forðingar og freistingar allastaðni og fekk hug at njóta allar rættirnar, ið eg vanliga eti við antin rísi ella nudlum.


Hósdagur (dagur 5)
Morgunmatur: breyð
Døgurði: breyð
Náttverði: kantinumatur

Hósdagar havi eg frí og geri ofta avtalur við ymisk fólk, men hesin hósdagurin varð brúktur heima, og eg át breyð bæði til morgunmat og døgurða. Tó skal sigast, at hósdagar kemur ein týskur bakari á universitetið, og tískil kunnu vit keypa nýbakað breyð. Tað hjálpti.

Til náttverða hevði eg hug at eta ein rætt, ið eg vanliga eti við bæði rísi og nudlum. Eitt vældekkað borð við nógvum lekkrum grønmeti og ráum kjøti, sum eg so velji burturúr. Hetta verður so stokt og serverað við rísi. Sjálvt um eg ikki slapp at eta rís ella nudlir, so mungaði eg so nógv, at eg valdi rættin kortini.


Fríggjadagur (dagur 6)
Morgunmatur: breyð
Døgurði: frukt
Náttverði: kantinumatur

Hendan dagin hevði eg ikki hug at eta rís ella nudlir kortini, so eg byrjaði dagin við breyði við livradeiggi til morgunmat og frukt og fruktdjús til døgurða. Eg havi kanska ikki sagt, at fruktirnar verða pressaðar og blendaðar á staðnum til frískt fruktdjús. Nam!

Seinni kom eg í tankar um, at kantina nummar tvey hevur breitt úrval av grønmeti, kjøti og tofu. Verða rættirnir blandaðir rætt, so er rís als ikki neyðugt. Hetta var fyrsti dagurin, har eg ikki mungaði eftir nudlum ella rísi, og eg legði til merkis, at eg kann gott eta annan mat á kampus. Eg visti eisini, at eg nú bert hevði ein dag eftir, áðrenn eg aftur slapp at eta rís og nudlir.


Leygardagur (dagur 7)
Morgunmatur: breyð
Døgurði: kantinumatur
Náttverði: frukt + frukt djús

Seinasti dagurin var ein reflekssjóndagur, tí eg nú hevði vant meg við at eta mat uttan rís og nudlir. Eg hevði fingið mær nakrar fastar matvanar, ið annars ikki er gerandisdagur í mínum lívi. Breyðið var aftur á borðinum til morgunmat, valfría borðið í kantinu tvey til døgurða og frukt og fruktdjús til náttverða.

Eg visti nú, at seinasta máltíðin uttan rís og nudlir var etin og avbjóðingin staðin. Sum eg væntaði, so fóru forðingarnr at ávirka meg nógv, men tað kom heldur óvart á meg, at eg hesa vikuna hevði betri og fastari matvanar enn aðrar vikur, umframt at eg brádliga kom í tankar um fleiri rættir og matstovur, sum ikki høvdu rís ella nudlir á matarskránni.


Eg kann til stuttleikar siga, at sunnudagin át eg rís til morgunmat, nudlir til døgurða og aftur rís aftur við náttverðanum. NAM! 
 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.