Føroyingar mugu bíða eftir pengum frá Kaupthing

Føroyingar mugu bíða eftir pengum frá Kaupthing
Teir umleið 100 føroyingarnir, sum eiga pengar til góða hjá kollsiglda, íslendska Kaupthing bankanum, mugu fyribils brynja seg við toli
Umleið 100 føroyingar fáa pening frá kollsiglda íslendska bankanum, Kaupthing. Í okkara pengum er kravið ímóti Kaupthing tilsamans 238 milliardir krónur
 
17.12.2015 - 11:43

Enn er ikki greitt, hvussu nógv føroyingar, sum eiga pening til góða hjá Kaupthing, kunnu fáa frá búnum. Heldur ikki er greitt, nær fólk fáa peningin.

Tað ljóðar, at búgvið eftir Kaupthing Bankan, kanska fór at lata smáu kreditorunum tað sum tey eiga, upp til 200.000 krónur.

100 føroyingar keyptu virðisbrøv

Fólk eru biðin um at siga trotabúnum, hvagar pengarnir skulu flytast, um úrslitið verður tað, at trotabúgvið lutar út til øll krøv, sum eiga upp til 200.000 kr.

Eisini í Føroyum tóku fólk av tilboðnum hjá Kaupthingi um trygg virðisbrøv, sum ikki vóru so trygg, tá avtornaði. Talan er um eini 100 fólk tilsamans.

Enn er ikki greitt, hvussu verður við pengunum, sigur advokaturin, Brandur Ellingsgaard, sum umboðar nakrar føroyingar.

Vita ikki neyvt, hvussu nógv verður útgoldið

Brandur Ellingsgaard hevur tosað við bústjórarnar, og fingið at vita, at enn eru eingir pengar goldnir út, og bústjórarnir siga seg ikki vita, hvussu nógvir pengar verða goldnir út.

Ein annar trupulleiki er, at íslendsku myndugleikarnir ikki vilja lata pengar fara úr landinum. Tað var ein regla sum varð sett í gildi, tá Ísland fór av knóranum í 2008.

Tey størstu krøvini ímóti Kaupthing Banka eru úr øðrum londum. Tí er framvegis ikki greitt, hvussu nógvir pengar eru at lata teimum sum hava krøv ímóti búnum, og heldur ikki er greitt, nær pengarnir verða goldnir.

Peningurin neyvan goldin í ár

Tað verður neyvan í hesum árinum, pengarnir verða goldnir, sigur Brandur Ellingsgaard. Hann umboðar eisini føroyingar sum høvdu keypt partapening í bankanum Lehman Brothers, sum eisini fór á húsagang.

Í USA er skipanin við húsagangi øðrvísi, og har rindar búgvið pengar av og á, ella leypandi, sum tað verður sagt. Og haðani hava eisini føroyingar fingið pengar aftur, sigur hann.

Krøvini ímóti Kaupthing Banka er nógv, tilsamans 27.500 í tali. Og upphæddin sum krav er lagt fram um, er eisini stór, tilsamans 4.500 milliardir íslendskar krónur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Morgunlestur leygardagur 17.januar 2026
202446
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610