500 fólk vitjaðu Jobmatch

500 fólk vitjaðu Jobmatch
Av teimum 500 fólkunum, sum týsdagin vitjaðu Jobmatch starvsstevnuna í Norðurlandahúsinum, vóru 52 prosent kvinnur og 48 prosent menn
 
31.12.2015 - 15:17

Knapt 500 fólk vitjaðu Jobmatch starvsstevnuna, sum var í Norðurlandahúsinum týsdagin. Hetta boða fyriskipararnir frá í tíðindaskrivi. 

Øll tey vitjandi vóru biðin um at skráseta seg, og fyribils uppgerð vísir, at 52 prosent vóru kvinnur og 48 prosent menn.

Harumframt vórðu tey vitjandi spurd um, hvørji virkisøki tey hava áhuga fyri. Uppgerðin vísir, at tey vitjandi hava ein rættiliga javnt breiðan áhuga fyri ymsum virkisøkjum. Hesi fevna bæði um heilsu og almannaverk, almenna fyrisiting, ferðavinnu, miðla- og skaparnarvinnu og búskapar- og løgfrøðivinnu, umframt ali- og fiskivinnu, verkfrøði og byggivinnu og oljuvinnu.

Tað er avgjørt, at Jobmatch verður aftur tann 29. desember 2016 - og longu nú hava 17 stovnar og fyritøkur tekna seg til.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360