- Tíðindi, mentan og ítróttur
Færri brotsverk í Grønlandi
Færri brotsverk í Grønlandi
Seinastu tíggju árini er talið av brotsverkum fallið, og tað var eisini galdandi í 2015, sigur løgregluovastin Bjørn Tegner Bay við KNR.

02.01.2016 - 11:40
Hóast løgreglan í Grønlandi hevði úr at gera í fjør, gongur tað kortini rætta vegin. Seinastu tíggju árini er talið av brotsverkum fallið, og tað var eisini galdandi í 2015, sigur løgregluovastin Bjørn Tegner Bay við grønlendska kringvarpið KNR.
Í 2014 vóru 722 harðsskapsmál. Í 2015 er talið millum 650 og 700 harðskapsmál. Hóast talið minkar, eru framvegis ómetaliga nógv harðsskapsmál í Grønlandi, ásannar løgregluovastin.
Hóast harðsskapsmálini ikki eru eins mong í tali, sum tey hava verið, er talið av siðamisbrotum tað sama, sum tað hevur verið seinastu tíggju árini, millum 130 og 150 mál árliga.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























