Vil hava betri kjaksið á Facebook

Vil hava betri kjaksið á Facebook
Lars Løkke Rasmussen hevur lagt eina serliga heilsan á Facebook, har hann heitir á danir um at vísa betri kjaksið á sosialu miðlunum
 
02.01.2016 - 14:23

"Facebook er størsti kjakpallurin í Danmark. Men tað er eisini eitt stað, har ein má tola nógv". 

 

Hetta sigur danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen, sum í dag hevur lagt eina alternativa nýggjársrøðu út á sín Facebook-vanga.  

 

Í røðuni lesur forsætisráðharrin nakrar av viðmerkingunum, sum onnur hava skrivað um hann í 2015: 

 

"Halt kjaft, sum tú ert ljótur, Lars". 

"Tú hevur sagt nokk av lorti". 

"Ófatiligt, at nakar velur teg, lygnari". 

"Týskarasvín".  

 

Í almennu nýggjársrøðuni umrøddi Lars Løkke Rasmussen, at politikarar høvdu ein trupulleika við trúvirðinum. Hendan trupulleika áttu politikarar ein part av ábyrgdini av, tí tað vóru ov nógv lyftisbrot, persónsmál og ov einfalt samskifti millum politikarar. 

 

Men veljararnir hava eisini ábyrgd, vísir forsætisráðharrin á í síni alternativu nýggjársrøðu:

 

- "Eg glði meg til fleiri samrøður og kjak við stuðlar og mótstøðufólk á sosialu miðlunum í 2016. Tí missa vit evnini at tosa saman, missa vit eisini nakað, sum er sera dansk. Um eg skal siga tað greitt, so missa vit tað serliga við okkara fólkaræði. Tað má ikki henda", sigur Lars Løkke Rasmussen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302