Blábjørg í litum og tónum

11.04.2013 - 17:02
Lívsstílur
Blábjørg í litum og tónum
Helgi Midjord ger bæði skurðmyndir, høggmyndir, málningar, og tónleik. Vit tosa við Helga um listina og hoyra tónleik.
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Ein av góðveðursdøgunum koyrdu vit til Fuglafjarðar at hitta listamannin Helga Midjord. Avtalað var at tosa breitt um Helgasa list, millum annað málningarnar og tónleikin. Hansara eyðkenni í málningarlistini er tann sera djúpi liturin, ið kann geva einum kensluna av botnloysi ella ævinleika. Tónleikurin stingur eisini djúpt, men leggjast skal afturat, at sólin og tað bjarta hava stóra rúmd í øllum listagreinunum Helga Midjords.<br />
Í fjør gav Helgi út fløguna Um Gáttina, ið varð tikin upp í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Høvuðstónleikarar vóru umframt Helga sjálvan, Finnur Hansen, Edvard N. Debess, Uni R. Debess, og Rúni W. Højgaard, men eisini aðrir vóru við. Trý løg frá Um Gáttina eru at hoyra í innslagnum, umframt eitt annað stutt lagbrot.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. september
Breddin: Stórtingsvalið í Noregi
196481
Hósdag 4. september
Morgunlestur hósdagur 4. september 2025
196230
Mikudag 3. september
Fussión (1:4)
196441
Mikudag 3. september
Mono - Hittsmiðjan úr Svøríki (1:4)
196440
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
196431
Týsdag 2. september
Veðrið
196398
Týsdag 2. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
196342
Týsdag 2. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
196343
Mánadag 1. september
3-2 (1. september 2025)
196337