Voxpop: Ætli mær ongantíð at tippa aftur

Neli, Niklas Fríði og Hassadi
Voxpop: Ætli mær ongantíð at tippa aftur
Neli, Niklas Fríði og Hassadi eru royndir tipparar og greiða frá, hvussu tað hevur gingist teimum at tippa
12.01.2016 - 13:45

 

At tippa snýr seg um at satsa pengar. Tú kanst gita úrslitið, vinnaran, mongdina av málum, mongdina av hornaspørkum osfr. Fært tú rætt, vinnur tú pengar aftur, alt eftir hvussu góð líkindi eru fyri tí, tú hevur tippað. Líkindi verða givin av bookmake’arum. Tippar tú til dømis, at Føroyar fara at vinna ímóti Portugal, fært tú pengarnar nógvar ferðir aftur, tí líkindini, fyri at Føroyar vinna, eru so vánalig.

 

Teir tríggir Neli Heldarskarð, Niklas Fríði Jacobsen og Hassadi Midjord eru allir royndir tipparar.

 

 

Neli Heldarskarð, 19 ár

Hvussu leingi hevur tú tippað?
- Eg byrjaði at tippa, tá ið eg gekk í NámX (2012/2013). Skúlabyrðan var ikki akkurát tann tyngsta tá, og fleiri av vinmonnunum, sum eisini gingu í NámX um tað mundið, tippaðu fótbóltsdystir. Eg helt tá, og tað haldi eg enn, at eg havi gott fótbóltsskil, so eg vildi eisini vera við.

- Eg havi tó havt so nógvar niðurtúrar innan fyri tipping, at eg næstan ikki havi tippað, síðani NámX endaði. Tað skal tó eisini nevnast, at onkuntíð var eg ómetaliga óheppin. Havi tó tippað einar tvær ferðir innan fyri tann seinasta mánaðin, men tað hevur eiheldur gingið væl.

 

Hvussu nógvar pengar tippar tú fyri um mánaðin?
- Eg havi mist 200 kr. innan fyri hendan mánaðin, men annars havi eg ongan kjans at minnast allar pengarnar, sum eg brúkti upp á tipping, tá eg gekk í NámX. Eg vann tó eisini onkuntíð, slett ikki tað, men vinnaraupphæddin stóð ikki mát við pengarnar, sum eg misti upp á tipping.

 

Hvør er hægsta upphædd, tú hevur vunnið?
- Eg haldi, at hægsta upphædd, ið eg havi vunnið, er einar 400 krónur - onki at reypa av. Eg hevði tippað nakrar dystir til HM í fótbólti í 2014, og rakti eg allar rættar til eitt samlað odds áljóðandi umleið 8. Eg var nokk so glaður tá, men eg byrjaði tó ikki at tippa seriøst aftur eftir hendan vinningin, tí at eg kenni skuggasíðurnar av at tippa. Til tíðir kann tað vera ómetaliga dapurt, tá ið mann tapir.
 

Hevur tú yvirskot ella undirskot, síðan tú byrjaði at tippa?
- Undirskot, ongin ivi um tað. Eg havi ongan kjans at minnast presisa talið, men eg giti, at tað liggur um einar 1000 krónur. Nógv teir flestu av hesum pengum eru mistir fyri tveimum-trimum árum síðani, so tað er ikki nakað, sum eg iðri meg um í dag. Eg arbeiddi eisini nógv í hesari tíðini, so eg kom ongantíð í penganeyð. Eg havi tó lært av mínum feilum, og eg ætli mær ongantíð at tippa aftur, hóast eg nokk verði freistaður aftur onkran dagin.

 

 

Niklas Fríði Jacobsen, 19 ár

Hvussu leingi hevur tú tippað?
- Eg var nakað ungur, tá eg byrjaði at tippa. Haldi eg havi verið um eini 15 ár. Handlarnir vóru ikki so strangir, sum ein hevði væntað, hóast aldursmarkið altíð hevur verið 18 ár. Tá eg gjørdist eldri, kanska eini 17 ár, minnist eg, hvussu nógv strangari allir handlarnir gjørdust við tipping og tílíkum. Hetta fekk meg at steðga í eitt longri tíðarskeið, men onkuntíð fekk mann onkran eldri at fara fyri seg. Tá mann so fylti 18 ár, opnaði tað fleiri møguleikar, sum til dømis at tippa online.
 

Hvussu nógvar pengar tippar tú fyri um mánaðin?
- Eg havi ongantíð tippað fyri serliga stórar upphæddir. Mær dámar best at seta pengar á tey veikaru liðini, tá tey geva nógv fleiri ferðir aftur. Eg seti oftast pengar á enskan, spanskan, italienskan og týskan fótbólt. Har plagi eg altíð at gera einar 4 ella 5 seðlar, har eg seti umleið 20 ella 30 kr. á hvønn. Onkuntíð kann eg so seta 100 kr. á okkurt, sum eg eri sera tryggur við. Eg royni at halda meg til 150 kr. um vikuna, sum verða einar 600 krónur um mánaðan.

 

Hvør er hægsta upphædd, tú hevur vunnið?
- Tað mesta, eg havi vunnið á einum seðli, hevur ligið um 1.500 kr., har eg einans brúkti 40 kr. Ofta havi eg vunnið smærri upphæddir á fleiri seðlum, sum einaferð góvu mær 1.800 kr. Eg minnist serliga, tá eg setti stórfeløgini Real Madrid og Barcelona til at tapa í sponsku ligaini. Eg setti eina 10-krónu á, sum skjótt gjørdist til 600 kr. So hugsar mann sjálvandi, hví ólukkan mann ikki setti meira á enn eina skalluta 10-krónu. Eina aðru ferð “live-bettaði” eg í næstbestu deildini í Spania, har oddaliðið, Numancia, var aftanfyri 2-5. Eg smekkaði eina fimm-krónu á, at tað fór at enda við javnleiki. Ikki fyrr enn 2 dagar seinni varnaðist eg, at eg hevði vunnið 440 krónur, tí dysturin endaði 5-5.

 

Hevur tú yvirskot ella undirskot, síðan tú byrjaði at tippa?

- At byrja við skrivaði eg niður á telefonina, hvussu nógv var tapt, og hvussu nógv var vunnið. Um tað eina mundið lá yvirskotið yvir 1900 krónur. Nú er telefonin oyðiløgd, og talið er ikki ordiliga til at halda skil á. Eg havi tapt nógv í seinastuni, men eg havi eitt yvirskot upp á einar 1.000 krónur. Tað gekk illa í byrjanini, men bara inntil mann vann eina upphædd, soleiðis at mann fann tippihýrin aftur. Tað ræður bara um at halda høvdið kalt og tippa við skili. Sigast kann tó, at yvirskotið hjá mær átti at verið nógv hægri, tá eg óteljandi ferðir havi tapt pengarnar í allar seinastu sekundunum. Tað er bara nakað, mann má venja seg við. You win some and you loose some.

 

 

Hassadi Midjord, 37 ár

Hvussu leingi hevur tú tippað?
- Eg minnist fyrsta tippingin, eg gjørdi, var í Danmark, áðrenn tips automatir vóru í Føroyum. Eg havi verið umleið 14 ára gamal. Tað var tips 13, sum eg spældi næstan hvørja viku.

 

Hvussu nógvar pengar tippar tú fyri um mánaðin?
- Tað svingar rættiliga nógv, hvussu nógv eg brúki. Tað fylgir eitt sindur, hvussu væl tað gongur. Meir eg vinni, meir spæli eg fyri. Men eg seti ofta 200-300 kr. inn og spæli so fyri tað, til alt er tapt, ella til eg eri komin upp á nakrar 1.000, so taki eg pengarnar út.

 

Hvør er hægsta upphædd, tú hevur vunnið?
- Havi aldrin vunnið tann heilt stóra vinningin. Og eg tippi nokk meir við hjartanum enn við heilanum.
Veit ikki akkurát, hvat størsti vinningurin er. Men tann, sum eg minnist best, var tá eg setti 100 kr. á, at Føroyar skuldu vinna á Grikkalandi á útivølli (tað geri eg HVØRJA ferð, Føroyar spæla).
Oddsini á, at Føroyar fóru at vinna vóru 21, so eg vann 2.100 kr. Tað var ein fantastiskur vinningur, og eisini tað, at Føroyar vunnu.

 

Hevur tú yvirskot ella undirskot, síðan tú byrjaði at tippa?
- Heit sikkurt undirskot, men havi aldrin tippað meir, enn eg kann loyva mær fíggjarliga. Onkur spælir Gekk og Lotto, mær dámar betri at tippa, tað ger eisini dystirnar meira spennandi at hyggja at.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.