Fýrverk órógvar midnáttargudstænastur

Fýrverk órógvar midnáttargudstænastur
Fýrverkið nýggjársnátt órógvar so illa, at í nógvum kirkjusóknum er ikki longur gudstænasta á midnátt
Nútíðar nýggjárshald órógva so illa, at tað ber illa til longur at hava gudstænastur trý korter til midnátt nýggjársaftanskvøld, sigur biskupur
 
14.01.2016 - 11:25

- Runt um í landinum ljóða harðir brestir og hvøll skot í grannalagnum hjá kirkjuni. Tað er næstan ikki inniverandi, skrivar Jógvan Fríðriksson, biskupur, á heimasíðu fólkakirkjunnar.

Vanligt var at hava gudstænasta klokkan trý korter til midnátt nýggjársaftanskvøld. Men nútíðar nýggjárshald órógvar so illa, at hetta ber illa til longur, sigur biskupur.

Hava endurskoðað støðuna

- Ja, enntá í dómkirkjuni fyri fáum árum síðani stukku vit leys úr stólinum, so álvarsliga var nýggja árið fagnað á tignarligum og søguríkum staði, skrivar Jógvan Fríðriksson, biskupur.

Kirkjuráð og prestar hava endurskoðað og mett um støðuna. Skilagóðar niðurstøður eru funnar, skrivar biskupur. Nógvar kirkjusóknir hava valt at flyta gudstænastuna nakrar tímar til tess at minka um darvandi árinini, sum hvøllir brestir hava á gudstænastuna.

Gudstænastan, sum plagdi at verða send beinleiðis í Kringvarpinum nýggjársnátt, er nú tikin upp eina ferð í adventini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870