Síðsti møguleiki hjá KÍF

Síðsti møguleiki hjá KÍF
KÍF skal í kvøld vinna á Drátti, um tær framvegis skulu hava møguleika at koma í FM-finaluna
 
14.01.2016 - 12:34
Oddaliðið í kvinnukappingini í flogbólti, Dráttur, tekur í kvøld ímóti KÍF í høllini á Giljanesi.
 
Dráttur liggur væl fyri. Tær eru oddalið við 22 stigum, og tær hava bara tapt ein dyst í ár.
 
So væl hevur tað ikki gingið hjá KÍF. Tær eru á fimta plássi við ellivu stigum.
 
Skal KÍF framhaldandi hava møguleika at spæla seg í FM-finaluna, er kravið í kvøld ein sigur.
 
KÍF vann her fyri á Drátti í steypakappingini, men í landskappingini var tað Dráttur sum vann 3-1. Tann dysturin var í november.
 
Dráttur og KÍF spæla í høllini á Giljanesi klokkan 20.00 í kvøld.
 
Í morgin er aftur landskappingardystur, tá spæla Mjølnir og Fleyr í Klaksvík.
 
Støðan Dystir Sett  
Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig
Dráttur 9 8 1 25 8 17 22
9 7 2 23 12 11 20
Fleyr 7 6 1 20 8 12 17
TB 7 4 3 17 9 8 14
KÍF 9 3 6 14 18 -4 11
ÍF 10 2 8 7 28 -21 4
Mjølnir 9 0 9 4 27 -23 2
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. mai
Norðurljóð 5.mai 2025
190754
Mánadag 5. mai
Góðir Góðir Góðir
191443
Mánadag 5. mai
Góðan morgun Føroyar
191422
Mánadag 5. mai
Morgunlestur mánadagur 5.mai 2025
191020
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
Veðrið
191347
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210