- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bíligari at búgva í Føroyum

Í fjør gjørdist bíligari at búgva í Føroyum sammett við árið fyri.
Serliga prísirnir á bústøðum lækkaðu nógv. Minkingin er 6,5 prosentstig. Tá eru annað olja og bústaðarlán tald við.
Oljuprísurin hevði stóra ávirkan á lækkaða prístalið og prísin á bústaði. Oljuprísurin lækkaði 17,2 prosentstig frá 2014 til 2015.
Men eisini miðalrentan á íbúðarlánum er lækkað nógv, tí hon er farin 10,9 prosentstig niður, sigur Hagstovan.
Klæðir og skógvar eru eisini vorðin bíligari at keypa. Lækkingin er 2 prosent.
Matvøruprísirnir standa meira ella minni í stað, tí tann príslækkingin er bara 0,1 prosentstig.
Men okkurt er vorðið dýrari. Millum annað at roykja og drekka. Rúsdrekka og tubbak dýrkaðistig 1,8 prosentstig í fjør, og samskifti er dýrkað 1,6 prosentstig, vísa tølini hjá Hagstovuni.
Hetta er triðja árið á rað, at brúkaraprístalið lækkar.



























