Einmælt samtykt at varðveita sambýlið á Skála

Einmælt samtykt at varðveita sambýlið á Skála
Runavíkar býrað hevur júst einmælt samtykt at heita á stýrið fyri Skálafjarðasamstarvið um at endurskoða avgerðina at stongja eldrasambýlið á Skála
 
28.01.2016 - 19:39

Skála fólk hava kempað hart og leingi móti avgerðin hjá stýrinum í Skálafjarðasamstarvinum um at stongja eldrasambýlið á Skála. 

Og nú bar ávøkstur - í øllum førum fyribils. Runavíkar kommuna hevur í kvøld einmælt samtykt at heita á stýrið í Skálafjarðasamstarvið um at endurskoða avgerðina at stongja eldrasambýlið á Skála.

Í fjør tók stýrið í Skálafjarðarstamstarvinum avgerð um at umskipa eldraøkið við Skálafjørðin soleiðis, at Sambýlið á Skála og Vistarheimið í Runavík verða niðurløgd sum virkandi eindir. Seks stýrislimir atkvøddu fyri og eini ímóti.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486