- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tignarligi CBS í fúlum hami
Bjarni Rasmussen hevur skrivað
Handilsskúlin í Keypmannahavn, Copenhagen Business School, er vanliga kendur fyri at vera ein tignarligur skúli, har næmingarnir lesa á ógvuliga høgum støði.
Í andsøgn við vanligu ímyndina av skúlanum
Stórar eru framtíðarvónirnar hjá teimum næmingunum, ið ganga har.
Stereotypiski CBS næmingurin er uppsnollaður. Dreingirnir ganga í kædningsjakkum, hava slikk hár og eitt nummar ov lítlar buksur. Genturnar eru í fínum niðurdeilum og hava ein stramman topp í hárinum.
Men skúlin er nú minkaður nakað í tign. Tann kendi rústúrurin, sum hevur til endamáls at “geva næmingunum eina fakliga og sosiala innleiðslu til lestrarlívið,” kom at standa í andsøgn við tignarligu myndina av skúlanum.
Rústúrurin verður fyriskipaður av eldri næmingum og skal í samband við leiðsluna á skúlanum hava til endamáls at samansjóða nýggju næmingarnar. Men søgan var ein onnur hesa ferð.
Genta boðaði miðlunum frá
Ein genta boðaði í síðsta mánað danska miðlinum Djøfbladet.dk frá upplivingum, sum hon helt vera ósømiligar og diskriminerandi mótvegis kvinnum.
Á túrinum vórðu nógv tiltøk og spøl sett til verks. Eitt av teimum gekk m.a. fram soleiðis, at tveir dreingir skuldu hava eina banan ímillum beinini hvør, og so skuldu tvær gentur kappast um, hvør megnaði at fáa bananina longst niður í hálsin.
Dreingirnir, sum stóðu og hugdu at, flentu og róptu “hora, bíliga” o.s.fr. at gentunum.
Seinni á rústúrinum var ein togaveitsla fyri næmingunum. Tema fyri veitsluna, umframt toga, var “dysturin ímillum kynini.”
Genturnar høvdu m.a. gjørt ein rappsang, har tær niðurgjørdu dreingirnar.
Tær vóru horur, ikki gentur
Dreingirnir høvdu eisini gjørt seg til reiðar til tema, og innibar teirra ætlan m.a., at genturnar skuldu kallast “horur” og í ongum føri genta ella kvinna.
Um dreingirnir av misgáum komu til at nevna horuna við skeivum navni, skuldu teir drekka. Í summum førum vórðu teir enntá slidnir við linjál.
Ein annar partur av ætlanini var, at allir dreingirnir skuldu nevna tríggjar tær genturnar, sum teir helst høvdu viljað moggað á túrinum.
Eisini vilja næmingar vera við, at leiðararnir á túrinum høvdu strippað fyri teimum, og at ávísar gentur vóru álagdar at fáa “lap-dances” frá dreingjum.
Kendu grovan kynjamismun
Tá veitslan var liðug, skuldi alt fella til jørðina aftur, og ein felagsmáltíð varð fyriskipað. Nakrir av dreingjunum høvdu tó trupult við at finna jørðina aftur, og nógvar frekar viðmerkingar komu sendandi ímóti gentunum.
– Enn eina ferð minkaðu dreingirnir um okkara virði: Sum um at vit ikki vóru á jøvnum føti við teir. Vit vóru objekt, sum skuldu moggast, og sum skuldu dømast út frá útsjónd okkara. Hetta er á ongan hátt stuttligt, sigur dulnevnda gentan.
Ikki fyrstu ferð, at tílíkt er farið fram
Skúlin gav leiðarunum á leguni eina átalu hvør fyri teirra framferðarhátt, men meira álvarsamar vórðu avleiðingarnar ikki.
Tá leiðslan í CBS varð spurd, hví leiðararnir á leguni ikki vórðu straffaðir harðari, var orsøkin, at mál lík hesum høvdu verið frammi fyri leiðsluni fyrr, men har eingin straffur varð givin.
Altso er tað ikki ókent fyri skúlan, at sonevndu rústúrarnir gerast nakað villir, ja enntá kynsdiskriminerandi.
Sigast skal tó, at skúlin tekur frástøðu frá hesi hendingini og metir, at her var farið yvir um øll mørk. Dentur verður lagdur á, at ein hending sum hendan fær avleiðingar fyri, hvussu tílíkir túrar verða lagdir til rættis í framtíðini.
Skúlin meldaði t.d. út í gjár, at í framtíðartúrum verður brennivín forboðið.
Kelda: Djøfbladet.dk
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |