10 hagfrøðislig tøl, sum lýsa ójavnan millum kyn

10 hagfrøðislig tøl, sum lýsa ójavnan millum kyn
Á hesum altjóða kvinnudegi hyggja vit at hvussu langt enn er á mál
08.03.2016 - 20:45

Øll menniskju - menn og kvinnur - eru skapt við somu rættindum, hava uppiborið somu virðing og hava sama virði. Tó er ójavni millum kynini á nógvum økjum í lívinum, og kvinnur í hópatali sleppa tí ikki at skína, sum tær áttu. Meir enn helvtin av øllum heiminum eru kvinnur, men ofta arbeiða tær meir, tjena minni og eru meir útsettar fyri harðskapi, enn menn eru. Rættindini hjá kvinnum eru vaksin nógv gjøgnum síðstu øldina, men enn er langt á mál. Í heiðri til altjóða kvinnudagin eru nøkur hagtøl niðanfyri, sum vísa, hví vit áhaldandi mugu berjast fyri fullari javnstøðu millum kynini kring allan heimin. 

 

Ein av trimum kvinnum upplivir seksuellan ella fysiskan harðskap. 

Kelda: World Health Organization

Sambært eini frágreiðing og kanning hjá U.N. eru kvinnur í aldrinum 15-44 meiri útsettar fyri neyðtøku ella harðskapi, enn tær eru fyri krabbameini, bilvanlukkum, kríggi og malaria.

 

2/3 av analfabetiskum fólki eru kvinnur

Kelda: UNESCO

Tað eru eini 775 milliónir vaksin analfabetisk fólk í heiminum. Meir enn 510 milliónir av teimum eru kvinnur, tí kvinnur lættari verða noktaðar skúlagongd. Hetta er óheppi, tí útbúnar kvinnur blíva ikki líka ofta barnabrúðrar, tær yvirliva oftari føðslu og finna lættari arbeiði. 

 

Kvinnur hava 20 av 500 stjórastørvum í S&P fyritøkum. 

Kelda: Catalyst

Hetta vil siga, at bert 4.8% av hesum fyritøkunum hava kvinnuligan stjóra. 

 

Í USA tjenar ein kvinna 79 cent fyri hvønn dollara, sum ein maður tjenar

Kelda: National Partnership

Sambært National Partnership tjenar ein amerikonsk kvinna við fulltíðarstarvi í miðal $39,621 um árið, meðan ein amerikanskur maður við fulltíðararbeiði í miðal tjenar $50,383 ... og fyri littar kvinnur er munurin enn størri. 

 

Kvinnur brúka í miðal dupult so nógva tíð upp á húsarhald sum menn

Kelda: UN World's Women Report 2015

Kvinnur taka typiskt meira ábyrgd av húsarhaldi enn menn, sjálvt um tær eisini arbeiða uttan fyri heimið.

 

Bert 22% av amerikansku perlamentarikunum eru kvinnur

Kelda: UN Women

Í 2014 kom talið av kvinnum í lóggávutinginum í USA upp á 100, og tað var met, men kortini tilhoyra enn undir 20% av sessunum kvinnum. 

 

Minni enn 30% av rollum í filmum eru kvinnuligar rollur

Kelda: The Anneberg School at USC's Media, Diversity & Social Change Intiative

Kvinnur eru ofta meir enn helvtin av áskoðarunum, men tó vóru bert 28.1% av rollunum í 100 teimum bestu filmunum í 2014 kvinnuligar rollur. Meir enn ein fjórðingur av hesum rollunum innibóru nakni í mun til 9,1% av mannligu rollunum.

 

70% av teimum, sum liva fyri minni enn $1 um dagin, eru kvinnur

Kelda: International Labor Organization

Kvinnur eru stórur meirluti, 70% av teimum 1,3 milliardunum, sum liva í ógvusligum fátækadømi.

 

Kvinnur og gentur eru 80% av offrunum fyri menniskjahandli

Kelda: UN Office on Drugs and Crime

Mett verður at eini 20-30 milliónir offur eru fyri menniskjahandili.

 

15 milliónir gentur giftast árliga yngri enn 18 ára gamlar

Kelda: International Center for Research on Women

Fleiri av hesum gentunum eru barnabrúðrar. Hjúnarband í so ungum aldri ger kjansin størri hjá teimum at fáa HIV ella aðrar kynssjúkur, størri kjans at uppliva harðskap og at doyggja undir føðing. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.