Ólógligar plantur

Ólógligar plantur
Løgreglan framdi mikukvøldið húsarannsóknir í tveimum húsum í Norðurøkinum
05.02.2016 - 19:56

Hald varð millum annað lagt á útgerð til at dyrka hasj.

Í fyrru atsóknini varð hald lagt á eina hamp-plantu, sum varð fjald í einum skápi. Skápið var eitt nú innrættað við viftu, ljósi og tæðingarskipan. 

Í seinnu atsóknini varð hald lagt á størri nøgdir av hasji. Talan var um hamp, sum hekk til turkingar og nýupptiknar plantur, sigur Hildur Hentze, dagligur leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni.

Ein 52 ára gamal og ein 29 ára gamal maður eru skuldsettir fyri brot á lóg um rúsevni.

Tað var gjøgnum kanningararbeiði hjá løgregluni í øðrum rúsevnismálum, at komið varð frá á hesi bæði støðini, sigur Hildur Hentze.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928