Vil vita um kringvarpslógin verður endurskoðað

Vil vita um kringvarpslógin verður endurskoðað
Jógvan á Lakjuni, fyrrverandi landsstýrismaður, spyr nú landsstýriskvinnuna um hon ætlar at endurskoða lógina um kringvarp
Jógvan á Lakjuni, ið varð landsstýrismaður tá útvarpið og sjónvarpið vórðu løgd saman fyri tíggju árum síðani, spyr nú Rigmor Dam um hon ætlar at endurskoða kringvarpslógina
 
10.02.2016 - 11:34

Jógvan á Lakjuni, sum var landsstýrismaður í mentamálum, tá Útvarpið og Sjónvarpið vórðu løgd saman í Kringvarp Føroya, vil hava at vita frá núverandi landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam, um hon ætlar at endurskoða kringvarpslógina.

Munnligir fyispurningar eru í tinginum í dag. Jógvan á Lakjuni sigur, at tá ùtvarpið og sjónvarpið vórðu løgd saman fyri tíggju árum síðani, fingu vit nýggja kringvarpslóg, og dentur varð lagdur á, at tað framvegis skuldu vera tvær tíðindaeindir.

Herd orðing ikki sett í verk

Táverandi mentanarnevnd herdi orðingina og fekk sett í lógina, at tað skuldu vera tvær sjálvstøðugar eindir. Endamálið var at tryggja fjølbroytni í tíðindaflutninginum soleiðis, at føroysk samfelagsviðurskifti verða viðgjørd út frá so nógvum sjónarhornum sum møguligt.

Hetta er tó ongantíð sett í verk, og í staðin varð farið hinvegin, sigur Jógvan á Lakjuni. Longu í 2008 varð ein tíðindaleiðari settur fyri bæði útvarp og sjónvarp, og í 2010 varð lógin broytt soleiðis, at "tvær sjálvstøðugar tiðindaeindir" skuldi vera "tvær tíðindaredaksjónir."

Jógvan á Lakjuni sigur, at brúk er fyri broytingum, soleiðis at Kringvarpið livir upp til sínar skyldur um sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð, sum Jógvan á Lakjuni orðar seg í viðmerkingunum til fyrispurningin.

Kringvarpsstjórin vísir atfinningum aftur

Dia Midjord, kringvarpsstjóri, heldur, at Jógvan á Lakjuni er ósakligur í fyrispurninginum. Í grein á vp.fo sigur Dia Midjord, at Jógvan á Lakjuni hvørki grundgevur, skjalprógvar ella vísir til dømi, har KVF hevur havt ósakligar ella heftar upplýsingar.

- Tað er ov grunt og lættkeypt heimaarbeiði, tá tað ber til at sleingja um seg við tílíkum ósakligum páhaldum, tí tað hevur eittans endamál: at skaða viðkomandi og kanska fáa onnur, sum ivast um tað sama, at taka undir við hesum, sigur Dia Midjord.

- Eg vil staðiliga vísa aftur uppáhaldinum umm, at KVF ikki livir upp til sínar skyldur um sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð.

- At kringvarpslógin verður endurskoðað er ein viðkomandi spurningur, men ósaklig uppáhald eiga ikki at liggja til grund fyri støðutakanini, sigur Dia Midjord sambært Vágaportalinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444